- Project Runeberg -  Lesibók /
213

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

at glímast í Lopransdali; men áðrenn teir vóru áfastir,
varð ettir bøn Tofta-Regins Regin í Hørg rannsakaður, um
hann hevði knív edla annað drepandi vápn uppi á sær.
Fíra Sunnbingar og fíra Vágbingar voru kjástaddir sum vitnir,
Leingi bardust teir, tí báðir vóru nakað javnir bæði til stirki
og til fótfimleika. Aðrakvørja sifti átti kvør teirra. Sólin
var gingin um eina hálva økt, og enn ivaðust menn í, kvør
ið mundi fara at vera við ivirlutan. So gjørdi
Sunnbiar-kleyvin eina siftu, men tað var alt í senn, at hin sifti attur
ímóti og maktaði siftuna. Sunnbiarkleyvin fór øvigur um
eina túgvu og Tofta-Regin omaná. Ikki vildi hin firri tó
fadlast á, at hann var løgliga vunnin, tí — segði hann —
sjónin gekk frá honun, í tí at hann sifti, og tað var av ganði
Tofta-Regins; men Tofta-Regin segði, at tað kom bert av
tí, at mátturin bilaði honun; hann var útlúgvaður — tí fedl
hann. So varð hólmurin dømdur Vágbingun til. Men so
pøstur var Regin av hesun bardaga, at hann gjørdi hilniseið
uppá, at hann skuldi ikki nema mann attur uttan
eingjar-garðin. So skarpt hevði hann fingið.

Stutt ettir hetta kom ein biddaraílokkur til Tofta. Teir
bóðu Regin um olmussu og hildu seg eiga hana heimiia,
av tí at teir høvdu heitt á halga verjara teirra í himli og
biðið um sigur firi hann, og gingið hevði ettir bøn teirra.
Men Regin, sum var neyvur og tað við lít, idlbrínskaðist við
og svór, at kvørki hevði hann givið edla vildi nakrantíð geva
olmussu. Tá segði ein av biddarunun, at tann, sum ráddi
íiri ødlun, hevði vald á tí, um hann vildi, at gera hann so
fátækan onkuntíð, at hann vildi vera fegin at tiggja olmussu,
Tá var Regin reint í fluktini og legði dírt við, at hann skuldi
kvørki geva edla tiggja olmussu á sínari ævi; edla skuldi
hann eita orðloysingur og meinsvorin.

Regin í Hørg átti ein son, sum æt Jenis og búði í
Laðangarði. Trí ár ettir tað, at faðirin hevði ligið undir í
hólmgonguni, hevði hann gift seg. Ólíkur var hann pápanun
í skapi, hevði ikki góða muru og var út av lagi
hevnisamur-Hann stundaði tí nógv á at hevna tap faðir síns uppá Tofta-

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0229.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free