Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
Regin. Tá ið hann frætti um biddararnar og heitstreingi
Regins, hugsaði hann, at nú skuldi hann sæta honun.
Ein dagin um heystið høvdu Sunnbingar verið á fjadli at
taka skurð, og Jenis hevði fingið nógvan seyð. Hann orðaði
tá við húskadlar sínar og segði, at tann av teimun, sum
vildi taka ein av geldseyðunun, ið lógu á roykstovugólvinun,
fara við honun sama kvøld til Tofta-Regins og bera tey boð,
at hetta var olmussa frá Jenisi í Laðangarði, skuldi fáa í
løn firi hesa gerð tann besta geldseyð, á gólvinun lá, og
har atturat vinskap sín. Tá stóð ein av húskødlunun, ið
nakað gjøðin var, fram og segði, at um husbóndin vildi læna
honun hest sín, skuldi hann hætta á tað váðaverkið. Jenis
ettirlíkaði honun og læt hann fáa hestin. Hesin hestur var
so einstaka góður og hartil so væl vandur, at Jenis kundi,
tá ið hann sat á bakinun á honun, taka kvat seyð hann
vildi, um tað so var tann versti vargaseyður; hesturin tók
seyðin og helt honun ímidlun frambeinini, til Jenis var farin
av baki og hevði fingið í hann. Tað var seint á kvøldi, tá
ið húskádlurin kom til Tofta. Hann bindur hestin vestanfiri
húsini, «vesturi á fløtti«, og fer so inn við geldseyðinun á
baki. Liðið er um nátturðarmála og komið at
niðurfaringar-tíð. Regin hevur etið nátturð og latið seg úr hósun og
brókun. Hann situr nú í berari stúku á eldbríkini og gleiðar
uppi ivir eldinun við fótunun á grúgvusteininun til at verma
seg. Sunnbingurin kemur inn firi gáttina, blakar seyðin á
roykstovugólvið og sigir: »Húsbóndi mín, hin navngitni
Jenis í Laðangarði, hevur frætt, at tú Regin, hevur strongt
tað heiti ikki at geva edla taka olmussu; til tess at tú nú kant
vera bæði orðloysingur og meinsvorin, sendir hann tær henda
geldseyðin í olmussu.« Sunnbingurin brá sær við, tá ið hann
hevði sagt hetta, og var úti av durunun alt firi eitt og uppi
á hestinun. Regini var dátt við í firsta bragðinun; hann sat
sum í ørviti eina pinkulítla løtu. So leyp hann upp, skræddi
seg í brøkurnar og sprakk á dir algoystur ettir Sunnbinginun,
sum tá var komin mitt ímidlun Toftahúsini og
Kvanndals-húsini. Birgur var hin gamli enn og fótfimur, tó at hann
var væl við aldur, og slfk var bræðin á honun, at hann
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>