- Project Runeberg -  Lesibók /
215

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

leyp hestin attur. Vestur um bigdina fóru teír, ettir sandinun
— tá var skamt ímidlun teirra — og tá ið hesturin skuldi
leypa um Ósagarð, sum tá var bøgarðurin í Vági, var Regin
so nær, at hann treiv um halafaxið á honun. Hesturin leyp,
men Regin setti báðar føtur í spenni ímóti garðinun og
strongdi á so fast, at hann sleit faxið út úr og datt øvigur
attur við tí í hondini. Hesturin stoyttist ettir høvdinun út
um garðin, og húskadlurin rendist beint fram av. í somu
stund mintist Regin á eiðin, ið hann hevði svorið, og rópaði
ettir honun: »Bannaður verði tú, idlgerðarmaður! ikki skuldi
tú borið boð í bíggj, hevði eg ikki svorið hilniseið ikki at
nema mann attur uttan eingjargarðin.«

Tá ið Regin kom heim attur í Toftir, var hann so alrasin
og ovursintur, at hann bangaði geldseyðin, morðaði hann
sundir og tveitti hann út firi dir. Síðan dró hann hír á seg
og gekk og hímaðist, legðist so av lungnasótt og beið ikki
bót. Hann doyði á Pætursmessu; summi søgdu, at hann
varð sjúkur av tí, at hann iðraði seg so ógvuliga um tær
neisir, ið honun vóru vunnar; men summi søgdu, at tað kom
bert av tí, at hann hevði runnið ov hart. Og her endar
søgan um Regin í Toftun.

Snopprikkur, Giljabóndin og
Laðan-garðsbóndin.*)

»Verri enn Snopprikkur* — so verður tikið til um ein,
ið bara ger ónt; tí Snopprikkur var eitt idlriski og ein
marg-skálkur og gjørdi altíð tað ið ilt var. Argur var hann at
píska, og verður enn tikið til: Alt ger mun, segði
Snop-prikkur.

*) Hesir nienn mundu liva í fyrru helvt av 16. øld.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0231.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free