- Project Runeberg -  Lesibók /
216

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Snopprikkur var húskadlur kjá bóndanun í Giljun í
Kvalbø. Giljabóndin var sum ein høvuðsmaður í Suðuroy
um tað leitið. Hann var órættiligur maður og ránakendur.
Tað var ikki eiti, tað ið hann átti — nær um hálva
Suður-oynna og har atturat Lítlu Dímun. Markið gekk úr Dalsá
og í Ánna Miklu í Fámjin (Dalsá gongur vestur igjøgnun
Ørðavíkarlíð úr Valdaskarði). Inni á Birgi norðaníiri Ørðavík
hevði hann oksar gangandi. Nógvar frásagnir eru um hesar
báðar menn og um Jenis Símunarson, bónda í Laðangarði
í Sunnbø, ið var sonarsonur Jenis Reginssonar í Laðangarði,
sum gitin er áður í søguni um Regin í Toftun.

Giljabóndin hevði flítt Jenisi í Laðangarði ein kvølp
(elting) at venja til seyðahund firi hann. Men hundurin kom
at vera so góður, at Jenis vildi ikki missa hann. Nú bar
so á, at Giljabóndin, ið stóð íiri síslumannsambætinun í
Suðuroy, sonur hansara og Snopprikkur fóru suður ettir oyggj
til grannaskikk. Sonurin var kalsmaður kjá pápanun, og
Snopprikkur var klæðsekksdrongur. Teir komu til Sunnbiar
og fóru inn um gáttina kjá Jenisi til at fáa hundin attur frá
honun. Men Jenis svór, at hann vildi ikki lata hann, bant
hundin við kvødnina og segði við teir, at komu teir inn urn
handa bjálkan, skuldu teir smakka øksina, á kvødnini lá. So
hildu teir av og einki íingu; síðan fóru teir heim norður ettir

oyggj-

Jenis í Laðangarði átti ein reiðrarhest, ein sannan
út-mælingshest, sum honun tóktist stór ogn í. Altíð stóð fiann
í tjóðri heima á bønun uttan um veturin; tá hevði Jenis
hann inni. Giljabóndin, ið hevði idlvild til Laðangarðsbóndan,
ætlaði at vinna honun neisir og legði ráð upp við Snopprik
um at stjala hestin. Ein góðan vetrardag, sum tað leið
fram undir jól, kom Jenis attur av longun útiróðri. Sum teir
komu inn í sundið ímidlun Sunnbiarhólms og iandið, bar
hann eyga við ein mann, ið fór ríðandi niðan um bøgarðin í
Sunnbø. Hann kendi í sama viðfangi sín egna hest og
Snop-prik á bakinun. Hann rópaði á hinar menninar í bátinun og
bað teir leggja kvikliga at landi á Tarakós (vestanfiri
møl-ina). Tá ið hann kom upp á bakkan, føldi hann, at hann

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Fri May 10 19:17:21 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0232.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free