- Project Runeberg -  Lesibók /
217

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

hevði gloymt knívin. Hann rópaði á hinar, í bátinum vóru,
og bað blaka sær knívin, ið stóð undir bandinun. Teir
blakaðu honun hann, og so fór Jenis kvistandi attaná í
roð-klæðun sínun — hann gav sær ikki stundir til at fara úr
teimun. Men Snopprikkur varð varur við hann og díkti á
hestin. Tá ið Jenis kom niðan á fjadlið tað, ið kadlast
Hest-urin, fór hin um Lopransá (markið midlun Vágs og
Sunn-biar); tá ið Jenis kom á Núp, fór hin um Tormansá (á siðru
síðu á Vág). Sín av sínu sá Jenis ettir Snopprikki; alt dró
saman ímidlun teirra: tiltoyggin var Jenis, og hesturin
mødd-ist við manni á baki. Tá ið Jenis kom á Oyrarnar
(uttan-firi líðina í tí siðra arminun í Vági), sá hann Snopprik fara
upp Brír; tá ið Jenis kom í Vágsskarð, var hin
uppiáVatn-ariggi; tá ið Jenis kom í Mannaskarð, fór hin oman Stovur
(hin gamla tingstaðin); Jenis inn um hálsin í Ørðavík, hin inn
um Drelnes (væl innanfiri hólmarnar); Jenis um
Trongis-vágsbø, hin niðan Kvíthamar (niðanfiri kolholið); tá ið
Jenis kom á Beintuskriðu (í Húsgarðshaganun í Trongisvági),
var hin komin upp á fjadlið upp ígjøgnun Mannagjógv; tá
ið Jenis var komin á Miðfjadlið, var hin komin á íslending
norðantil á Kvalbiarfjadli — tá var stutt imidlun teirra.
Men tá ið Jenis kom á íslending, tá stóð hesturin tætt við
Káragjógv alsveittur, og Snopprikkur var horvin — hann
hevði krógvað seg niður í gjónna, tí nú sá hann sær ongan
veg at sleppa heilskapaður heim utidan Laðangarðsbóndanun,
og í Káragjógv vóru góð skjól at fáa kjá honun. Jenis fór
út á gjáarbakkan og rópaði niður til hansara: »Væl var tað,
at tú slepti hestinun! Hevði tú farið niður um gjónna við
honun, skuldi eingin sopið jólagreyt attur í Giljastovu.« So
setti hann seg á hest sín og reið heim.

Eitt várið, tá ið Giljabóndin ferðaðist um Suðuroynna
til grannastevnu, komu teir til Frobiar Giljabóndin við soni
og Snopprikkur. Har stóð ein fátækur ungur maður, Jógvan
við Grind úr Trongisvági, og laðaði eina toft upp undir
Skorun. Ein ketta var løgst út frá honun og gjørdi skaða
á seyðin í Ørðavíkarlíð: hon drap smálomb og fugl um
summarið. Giljabóndin hevði fingið uppspurning um hesa

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0233.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free