- Project Runeberg -  Lesibók /
218

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

góðu kettu. Við tað sama teir hittust, Snopprikkur og
Trongisvágsmaðurin, tók Snopprikkur at erta hann við tí, at
hann stjól seyð við einari kettu. Snopprikssonur og Jógvan
við Grind høvdu klandrast um Barbaru, dóttur Jenis í
Laðan-garði. Snopprikssonur hevði fingið krakk, men Jógvan hevði
fingið ja, og harav stóð hatur. Orð ókst av orði, og báðir
at kadlast. Snopprikkur vendi sær til son Giljabóndans og
segði, at tað mátti verið lítið firi hann, ein ungan og sterkan
mann, at lopið niður í toftina ettir Jógvani. Bóndasonurin
herjaði á, leyp niður í toftina og skuldi taka lívið av honun;
men Jógvan var so knappur, at hann fekk knívin út og stakk
hann. Tað var alt í senn, at Jógvan flfddi — lættur var
hann á føti — og fór inn í kirkjuna (har tordu teir ikki at
drepa hann). Snopprikkur eggjaði Giljabóndan og bað hann
seta eld á kirkjuna, men bóndin bað ilt firi honun og segði,
at hann hevði mist nóg mikið, sum hann hevði; seta eld á
guds hús, tað vildi hann ikki. Jógvan slapp sær undan
teimun • og fór suður ettir oyggj um tríggjar kirkjusóknir:
Porkeri, Vág og Sunnbø, til at lísa víggi. Tann, sum hevði
dripið mann, kundi bjarga lívi sínun, um hann var firstur
maður sjálvur til at bera boðini um tríggjar kirkjusóknir.
Hann skuldi fevna um kirkjuhodnið og rópa: »Eg havi

verið manni at skaða!« Hetta kadlaðist at lísa víggi. Ein
óveðursdag síggja fólk í Sunnbø ein mann koma í stórun
skundi oman á Kross. Tey fara inn í Laðangarð og siga
Jenisi frá. Jenis sigur: »Hann er ikki ørindisleysur, ið úti

gongur ídag í hesun ovurveðrinun.« Jógvan kemur í
Laðan-garð, vátur og idla tiltøssaður; tað rennur úr kvørjun tráði.
Hann biður gott kvøld og guds frið í húsi. »Friður
uttan-bjálka, men ófriður innanbjálka!« svarar Jenis. Hann hevði
øksi standandi í uttasta roykstovubitanum, sum stólpi var
gjørdur upp undir. Har inn um tordi eingin uttan tann, sum
Jenis sjálvur beyð at koma inn. »Eg lísi víggi!« sigir Jógvan.
»Kvønn hevur tú dripið tá ?« spir Jenis. »Son Giljabóndans!«
svarar Jógvan. »Gud signi teg, vinur mín!« sigir Jenis, »kom
og set teg her kjá mær.« Jenis hevði ikki biðið gud signa mann
í sín dag firr enn nú. So bað hann arbeiðskonuna geva

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0234.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free