- Project Runeberg -  Lesibók /
220

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

(Mírabirgi, sum Jenis hevði latið gera, lá báðumegin markið).
í endanun leiddist Pæturi at hava felag við Jenis og fekk
hann til at bíta sundur. Tá var Jenis vorðin gamal og
fadlin frá sjálvur. Hann bað son sín, Símun, taka firi seg;
men tó helt hann við hanti, at: víst var Míri og Hólmskorar
fosturmamman góð, men ikki átti hann at ganga frá teirri
høgu (Blæðingini); tí tá ið hann kom upp á Bødlheyg, tá
lættnaði undir fótunun. Símun tók, sum pápi hansara ráddi
honun.

Guttormur lögmaður*)

Eina ferð fyrr í tíðini búðu lögmenn í Kálgarði í Sunnbø.

Kálgarðsbóndin, lögmaðurin, átti ellivu merkur av Víkini;
Jenis í Laðangarði átti ta tólvtu. Men Jenis legði eina mörk
sína móti einari Kálgarðsbóndans mörk og so eydnu sína
móti hitium tíggju. Hann spurdi tá Kálgarðsbóndan, um
hann vildi ikki leggja felag við seg, tí hann, Jenis, hevði so
góða eydnu og hin onga. So lögdu teir felag (tó at
Kál-garður var lögmansgóðs og tí ikki átti at vera lagt í felag),
og síðan treivst væl hjá báðum. Men ongantíð sótu teir
væl um sátt og skiltust síðan aftur úr félaginum. So visti
eingin av, fyrr enn Jenis gjördi ferð niður til Danmarkar til
at stevna lögmanni.

Ein dagin, sum Kálgarðsbóndin stendur úti fyri durum,
sær hann ein bæriligan reyðklæddan mann koma ríðandi á
Krossjarðar og spyr, um nakar veit, kvör maður hatta er.
Tá varð honum aftursvarað, at tað var sjaldsamt, at hann
skuldi ikki vita, at hatta var Jenis í Laðangarði, sum hevði
verið niðri eitt heilt ár og nú var afturkomin. Ikki frættist
tíðindi úr Laðapgarði til Kálgarðs, tó at skamt var millum

*) livdi um 1550.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0236.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free