- Project Runeberg -  Lesibók /
221

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

— so haskir vóru teir hvór á annan, Laðangarðsbóndin og
Kálgarðsbóndin.

Stutt var umliðið, tá ið bræv kom til lögmans frá kongi,
at hann skuldi búgva ferð sína niður til at verja seg fyri
slíkum, sum honum var um kent. Men av tí, at lögmaður
var vorðin gamal og orkaði illa at ferðast, tók sonurin,
Gutt-ormur, ferðina uppá seg. Tá ið lögmanssonurin kom inn á
slotið hjá kongi, rætti hann eitt silvursteyp fram, fult av
peningum, í bøtur fyri faðir sín, men kongur var reiður og
vildi ikki taka við tí; hann bert dreiv aftur og fram á
gólv-inum. Lógmanssonurin varð standandi leingi og helt
steyp-inum frammi alla tíðina; umsíður vildi armurin signa á honum

— tá stakk ein honum í oyrað, at hann skuldi styðja albogan
á mjødnina. Frá eystri til vesturs skuldi hann so standa.

• »Tað skulu sterkir armar halda fyri kongi,« hevði hann fyri
munni á sær. Tá segði ein hovmaður: »Den færøske Mand
vil daaneD og so visti Guttormur ikki av, fyrr enn kongurin
tók steypið bákleiðis úr hondini á honum. Kongur var nú
blíðkaður nakað og segði Guttormi frá einari sak, sum hann
helt ímóti ráðnum einsamallur, um tvey aðalssystkin, ið vóru
komin fyri barn saman. Hann var so ringur um hetta og
spurgdi Guttorm, um hann visti nakað ráð til lív fyri teimum.
Lógmanssonurin segði. at tað var lóg í landi, sum bøndur
hövdu gjórt og kongur samtykt, men helt seg annars vita,
at tað var lív fyri hesi bæði systkin at fáa eftir lógini. Tað
skuldi hann prógva, segði kongur og gav honum tríggja
daga freist til at leita í lógbókini. Guttormur settist at leita
og leitaði í tríggjar dagar, men fann ikki niður á, hvar tað
stóð. Tá hevði hann bøn til Gud um at upplýsa tað fyri
sær, slummaði fram á borðið, sum hann sat, og droymdi at
hann hevði blaðað eitt blað ov langt: hann skuldi kasta
blaðið um aftur. Hann vaknar og fólir nú, at blaðið, sum
hann heldur í, er ov tjúkt, av tí at tað er ikki uppskorið.
Hann klippur upp, finnur niður á staðið hinu megin á
bredd-anum og brýtur inn fyri. Um morgunin, tá íð ráðið var
samankomið á slotinum, fór hann fyri kong, skeyt bókina
til hansara og vísti honum á, fyrst konginum og so hvórjum

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0237.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free