- Project Runeberg -  Lesibók /
222

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

undan öðrum. Kongur vann sakina og var nú so
íirndar-blíður við hinn unga lögmanssonin afturfyri hjálpina, at hann
gav honum vald at velja sær tann besta garð, í Føroyum
var, at hava til lögmansgarð, og Guttormur valdi tá
Steiga-garð í Vágum. So mikið gjördi sonurin, at faðirin var
sit-andi í friði í sínum lögmansambæti.

Ein dagin, sum hann sat til borðs við konginum, spurdu
hovmennirnir hann, um hann hevði nakrantíð etið av fagrari
borði. Ja, segði hann. »Hvussu tá?« spurdu teir. Á knöum
sínum, svaraði hann, tí hvat Gud hevði gjört var tað fagrasta.
Kongur spurdi hann, hvussu nógv egg tann føroyska gásin
varp. »Tólv, við hvört trettan,« svaraði hann.

Óføra sterkur var Guttormur. Eina ferð, sum teir
rull-aðu ammur (stórar tunnur) í Keypmannahavn, tók hann eina
og bar í fövninginum. Hann varð spurdur, hvussu tað bar
til, at hann var so sterkur — hvat hann hevði havt til føði.
»Ferska mjólk og turt lambakjöt,« svaraði hann.

Frálíka vakur var Guttormur og væl at sær komin.
Aðra ferðina hann var niðri og kom á slotið, skuldi tí
drotn-ingin leggja hug á hann. Tá hvað hann niðurlagið:

Skuldi á mjúkum armi sovið —

ljósið tað er brunnið —

lystug var tann liljan, meg væl unni.

Frá hesari ferð eru enn hövd á lofti tey orð hansara:
»Mine Vatter ligge under Landets Dronning« — hon sat á
vöttunum hjá honum.

Snæbjødn*)

Bóndin Jákup við Neyst í Kvalbø hevði ein húskadl,
sum var bæði brøgdigur og djarvur og einsínamaður til
bakka-gongu. Hann æt Snæbjødn. Bóndin átti tvey fjós, annað

*) livdi um 1600.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0238.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free