- Project Runeberg -  Lesibók /
223

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

heima við Neyst og annað vesturi í bigdini, á Heyggi. í
heimafjósinun hevði hann neytini seinra partin av vetrinun.
Eina arbeiðskonu hevði hann, sum slektað var úr Mikinesi;
hon ambætaði neytunun, men av tí, at tað var nakað langur
vegur kjá henni at ganga til tað vestara fjósið, so búði hon
helst í tí fjósinun, meðan neytini stóðu har. Tí rópaðu tey
hana fjóskonuna, og Snæbjødn var fríggjari hennara.

So hendi tað eitt árið, at teir stóru komu suður til
Suðuroyar at halda ting, og komu teir til Kvalbiar. Dómarin
gisti kjá Jákupi við Neyst og fekk dúvuungar til mats.
Honun fadl hesar moyru ungar ógvuliga væl og spurdi hann
bøndan, hvaðan hann hevði fingið teir. Bóndin svaraði, at
Snæbjødn hevði fangað teir í einun kválvi í berginun, men
so idla var gongt hagar, sum teir áttu, at eingin maður í
bigdini tordi at ganga til teirra uttan Snæbjødn.

Árið ettir kom dómarin attur at gista kjá Jákupi við
Neyst. Hann biður bóndan um at koyra sær Snæbjødn út
í dúvuholið til at taka nakrar dúvuungar. Bóndin bað
Snæ-bjødn fara, men hann sinjaði firi at gera tað, tí hann var
idlur um, at dómarin ikki kom til hansara sjálvs og bað
hann veita sær tann beina, men vildi hava húsbóndan til at
koyra seg avstað sum ein annan hund. Snæbjødn fór tí
ongan veg, men dómarin var idla í øgn við hann av hesun.

Eina tíð ettir hetta kom eitt hálenskt skip til
Suður-oyar. Tað hevði mangar góðgripir at selja, men eingin
tordi at keypa, tí at kongur hevði burturleigað til nakrar
keypmenn rættin til at hava handil í oyggjunun. Snæbjødn
fekk sær so tigandi fíra turriklæði av hesun skipi, og tey
tvey gav hann gentu sínari, fjóskonuni. Hetta kom upp,
og Snæbjødn var stevndur til at møta á Ørðavíkar tingi at
hoyra tann dóm, sum ivir hann skuldi ganga firi óløgligt
keyp. Tingið varð hildið í tinggilinun »uppi ímidlun Stovur«
omanfiri Ørðavík. Snæbjødn visti, at dómarin var sær
grummur, og væntaði ein harðan dóm, men kom tó á tingið.
Ein góðan píkstav hevði hann kjá sær. Dómarin og fútin
báðir sótu omanfiri hedluna, ið rópast »Tingborðið«. Dómarin
lesir dómin upp firi Snæbjødn og dømir hann til at arbeiða

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0239.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free