- Project Runeberg -  Lesibók /
224

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

í jadni fíra ár á Bremerholm. Snæbjødn kadlar hetta ein
ómildan og órættan dóm, reiggjar stavin ivir høvdið á sær
og ætlar at sláa dómaran kaldan; men dómarin bregður
sær undan og niður í fangið á fútanun. Stavurin rakaði
fútan í høvdið, so hann smadl deyður niður. Tá kom róp
í at grípa Snæbjødn, tí hann hevði dripið fútan; men
Snæ-bjødn helt til beins alt firi eitt og flutti, og so íimur var
hann á føti, at eingin náddi fram at honun. Hann helt til
fjals, upp Klovningar, ígjøgnun Ørðaskarð og upp á Fjadlið
Mikla. Nógvir úr mannamúgvuni hildu attaná hann, men
mjørki var uppi á fjadlinun, so teir mistu hann brátt úr
eygsjón. Vesturi á Fjadlinun Mikla er ein heyggjur, nevndur
Snavalsheygur; har hoyrdi ein av monnunun stavpíkin kjá
Snæbjødni gedla í grótinun og rópaði: »Her var hann! eg

hoyrdi píkin glintra kjá honun!« »Hoyrdi tú hann nú, so
skalt tú ikki hoyra hann attur*, svaraði Snæbjødn úr mjørkanun
í erva og vendi so stavinun við, píkin upp og knappin niður.
Mannaflokkurin gavst at elta hann, tí teir mistu hann burtur
attur, og dagurin kom at kvøldi. Snæbjødn fór suður ettir
oynni og í tær røkur, sum ettir honun eru nevndar
Snæbjadn-arrøkur (í Gjógvaráfjadli í Vági vestaramegin, nakað norður
við Fámjinsmarkið). í miðrókini er ein hola niður í og hadl
í berginun út ivir. í hesun hedlinun búði hann eina langa
tíð, breyt búr um næturnar og stjól. Eina sistur átti hann
á Teigum í Fámjin; til hennara gekk hann á loyningun og
fekk sær mat, eld og pott. Enn standa steinar í hálvring
inn ímóti berginun í Snæbjadnarhedli, og øska finnst ímidlun.
Men tá ið lágætt var, var tað so ógvuliga vátligt kjá honun
í rókunun, og hann hugsaði tí um at fáa sær eitt annað
skíli. Um heystið tók hann ein oksa av Lopransdali, drap
og fletti hann; kjøtið hevði hann til mats, men húðina álaði
hann sundur og flutti so norður til Kvalbiar. Uttanfiri
Tjødnu-nes sunnanvert við Vatnsdal er ein brattur riggur; har kleyv
Snæbjødn so langt niður í vødlin, sum hann kundi sleppa,
sló hæl niður og legði lesning á av húðálunun, sum hann
hevði við sær. So lesti hann seg niður í dúvuholið, sum
ettir honun nevnist Snæbjadnarhol. Men eingin gekk so

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0240.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free