- Project Runeberg -  Lesibók /
225

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

langt niður frá í erva, at hann sá lesningin, tí har er so
idl-gongt. Har var hann, tá ið lágætt var, og gekk um næturnar
í Heygsfjósið til gentu sína fjóskonuna, sum var við badn
við honun. Frá henni fekk hann mat, eld og pott. í
Snæ-bjadnarholi í Kvalbø var hann, tá ið lágætt var, og stjól tá
helst suðuri á oynni; men tá ið høgætt var, var hann suðuri
í Vági í Snæbjadnarrókun og stjól tá helst har norðuri.
So gingu trí ár á henda hátt.

Snæbjødn var væl kendur við ein gamlan mann í Smidlun
í Vági, sum átti tríggjar sinir. Eina nátt, ið Vágbingar vóru
á. útiróðri, sóu teir eld í Snæbjadnarrókun og fóru at tosa
saman um hetta. Teir hildu, at har mundi Snæbjødn vera.
Tá ið útróðrarmenninir vóru atturkomnir, fór hin gamli í
Smidlun til Snæbjadnar og sigir við hann, at nú er hann
uppdagaður og verður tikin í kvøld, um hann ikki flitur. So
velti Snæbjødn pott og alt, sum var, út av rókini, rímdi og
kom ikki attur í Snæbjadnarrøkur." Stutt attaná kom eitt
skip inn á Kvalbø um kvøldið og var horvið um morgunin.
Uppá somu tíð var ein bátur horvin av Skálamøl í Kvalbø,
og so visti eingin meira um Snæbjødn. Men søgn er, at
hann spurdist upp ettirsíðan í Hetlandi.

Pádl fangi.

Jóhannes bóndi á Sunnanágarði í Mikladali (í Kalsoy) átti
tveir sinir. Hin ingri, Magnus, var hugagóður maður til
ar-beiðis og giftist til Trødlanes; hin eldri, Pádl, var bæði sterkur
og stimalegur, men tímdi lítið og einki at gera og lá oftast
burturi og sveimaði. Ógvuliga kaldligt var ímidlun Páls og
pápa hansara, og hin gamli ráddi tí av, at ingri sonurin
skuldi eiga garðin ettir seg. Pádl fekk frænir av hesun. So
hendi tað eitt árið, at pápin fadl í eina sjúku og doyði. Tað

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0241.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free