- Project Runeberg -  Lesibók /
226

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

kom upp við tað sama, at Pádl hevði dripið hann; ein
ar-beiðskona, sum Pádl hevði lagt ást saman við firr, men sum
hann nú ikki skoytti um longur, hevði lagt hatur á hann firi
hetta, vildi hevna seg og førdi út í orð, at Pádl hevði latið
eitur út í drekka til pápa sín og dripið hann. Har attur at
hevði hann havst við gandakunstir. Eitt brúdleyp hevði tá
firi stuttun verið, kvar Pádl hevði fingið væl upp í høvðið;
har var tosað um kríggj, og mongun tókti tað nógv firi at
fara at drepa fólk, men Pádl segði, at tað hevði sær einki
tókt firi. Eisini skuldi hann hava sagt, at tann var verðugur
at fáa eitt kvíguvirði, sum segði frá deyða pápa hansara, og
hesi orð hansara vóru høvd á lofti leingi attaná. Mong
hildu tó, at Pádl var sakleysur: hann hevði verið til handils
í Havn og keypt rottukrút tii at drepa ravnar við, og so
hevði tað borist á, at krútið var tikið firi kriddarí og latið
út í súpan til pápan av misgáu. Tað frættist skjótt til
Havnar, hvat henda arbeiðskonan hevði sagt, og Pádl varð
tikin, førður til Havnar og settur í mirkastovu. Men hann
breyt seg út á nátt, gekk norður ettir Streymoynni til Sunds
og tók sær bát haðan ivir um í Eysturoynna. Har dró
hann bátin upp og tók so leiðina til Lorvíkar, kvar hann
tók sær annan bát ivir um til Blankskála í Kalsoynni.
Blank-skálamenn funnu bátin drignan upp á Neystafløtunun, har
sum klettur er upp firi. Hetta var onnur náttin ettir tað, at
Pádl var rímdur. í bátarnar, sum hann hevði tikið og síðan
drigið upp, hevði hann rist merki P. F. M., og tað løgdu fólk
út firi at vera: Poul, fangen Mand. Síðan hevur hann verið
rópaður Pádl fangi.

Tað frættist skjótt, at Pádl var í Kalsoynni, og
øvrig-heitin sendi boð norður, at kvør, sum gav Pádli innivist edla
hjálpti honun á annan hátt, skuldi verða dømdur í stórar
bøtur. Menn voru settir út við tað sama til at fanga hann.
og tað lukkaðist teimun. Hann varð tikin, førdur suður til
Havnar og settur í skansan. Tá var tað, at hann firi at
bjarga lívi sínun beyð sær til at vilja lesa sig í línu upp firi
fjadlið Borgarin (á norðurendanun á Kalsoynni), trí hundrað
favnar í hædd. Men tað var honun noktað, tí hann var

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0242.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free