- Project Runeberg -  Lesibók /
228

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

eru stórar urðar og nógv glopur niður ímidlun urðargrótið,
og har var hann adlan veturin í friði. »Norðoyapáls vetur«
er tiltikin um adlar Føroyar firi at hava verið milđur; summi
siga, at tað følvaði ikki adlan veturin ígjøgnun; summi
siga, at tað kavaði ikki meira enn eina ferð í bakka. Tá ið
tað váraði og attur var farið at leita ettir honun, tók hann
sær eitt kvøldið bát av Blankskála ivir um Kalsoyarfjørð til
Fiskimølar (sunnaníiri Haraldsund eystantil á Kunoynni; har
hava altíð neyst staðið). Haðan gekk hann til Haraldsunds,
tí ætlanin var at hitta Rasmus Magnusson, bóndan har, ið
tá var sum høvdingur í Norðuroyggjun og góður í treytun
kjá Pádli at heita á, tí gamal vinskapur var teirra midlun.
Tað var nakað tíðliga á náttini, at Pádl kom, so tey vóru
ikki niðurfarin enn í Haraldsundi, men hirdu beint tá
drílarnar. Rasmus segði nú við Pádl, at hísa honun tað
tordi hann ikki: hann átti so nógv húsfólk, og tey vóru so
slafsut; men hann skuldi geva honun ein góðan bát og kvat
ið honun níttist av mati og drekka; fisk og dríl, nøkur
skerpikrov og ein vatnkagga. Hetta gjørdi hann í stundini.
Pádl helt so til havs og ætlaði sær til Noregs edla Hetlands;
men hann var ikki komin hálvan vegin, tá brast á óveður.
Einki batti kjá honun at rógva; hann rak inn attur undir
Føroyalandið, undir Borðoynna og kom inn á Ádnfjarðarvík.
Sama dagin var bóndin í Gerðun, Hanus, burturi í haga til
at higgja ettir seyði; hann sá ein bát liggja inni undir Barmi
(siðst í Gerðahaganun) og ein mann liggja fram á árarnar og
sova. Hann helt seg kenna Tádl fanga, skundaði sær heim
til hús og mannaði sum skjótast bát, eitt seksmannafar, til
at fara ettir honun og taka hann. Men av áraskramlinun,
ið Gerðamenninir gjørdu, vaknaði Pádl og tók at rógva undan
av ødlun alvi sínun. Urmælingur var hann at rógva, og
leingi stóð javnt ímidlun báðar bátarnar, tí summir
Gerða-menninir róðu treyðir. Tá tók Hanus mastrina, sum lá
niðri, gekk fram í bátin, hóttaði við henni og segði, at, róðu
teir nú ikki so hart sum teir orkaðu, so sló hann teir við
mastrini; tað var ov stór skomm, at ein maður skuldi kunna
rógva undan seks. Tá fór at líða skjótari kjá teimun, og

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0244.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free