- Project Runeberg -  Lesibók /
229

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

teir komu so nær, at Hanus fekk sligið Padl við mastrini á
armin uppi við økslina so digt, at armurin gekk úr liði. So
tók Hanus ein sóknarkrók og høgdi ímidlun herðarnar á
Pádli, so har var eitt stórt og djúpt sár. Tá skar Pádl í
róp og bað gud løna honun hetta høggið attur. Hann varð
nú tikin, førdur suður til Havnar og settur í skansan fjórðu
ferð. Sár hansara varð grøtt, men ongantíð kom hann at
vera sami maður attur til heilsu, sum hann hevði verið firr.
Kvussu honun fórst síðani: um hann breyt seg út attur edla
varð niðursendur at útstanda sín dóm, harum er einki frætt.
Men úr Føroyun fór hann og kom ongantíð attur hagar at búgva.

Ein dagin, tá ið mong ár vóru umliðin, kom eitt útlendskt
loynikeypskip inn norðuri í Vági. Tað hevði kvørvusteinar
sum annað at selja. Hanus í Gerðun, sum tá var síslumaður
har norðuri, fór um borð til at keypa sær ein kvørvustein.
Men sum hann stendur niðri í lastini, tveitir við
kvørvustein-unun og rekur teir attur — hann fann ongan, sum dámaði
honun, og altíð skuldi hann nú ráða, har sum hann var —

so kemur ein stórur maður til, trívur í økslina á honun og

biður hann skunda sær at velja sín kvørvustein, tí her hevur
hann einki ráð: »hetta skal ikki vera sum at sláa armin av

Pádl fanga.« Tá kom ferð á Hanus. Men tað hevur altíð

síðan verið hildið, at hesin stóri maður var Pádl fangi sjálvur.
Og ettir hetta er eingin frásøgn um hann. Men Hanus í
Gerðun fekk ein ógrøðiligan svudl í lærið. Hann fór niður
til Keypmannahavnar eina ferð »uppá landsins besta«, sum
tað nevnist, til at royna at fáa betri prís uppá handilspørini
— men helst var tað firi lær sítt, hildu fólk. Tá ið hann
kom attur, kom alt at vera kvaðna verri enn firr, tí tá fór
eitt skinn av kvørjun pari, og eitt ørindi var irkt um hann:

Hanus við sínun rotna læri,

hann fekk skinn av kvørjun pari.

Hann doyði av hesun lærsvudlinun, og soleiðis gekk tann
bønin út, søgdu fólk, sum Pádl hevði biðið til gud: at tað
mátti vera Hanusi atturlønt, tað høggið, ið hann gav honun
við sóknarkrókinun.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0245.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free