- Project Runeberg -  Lesibók /
230

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Guttormur 1 Múla.

Guttormur í Múla var ingsti sonur Rasmussar í
Harald-sundi, ið var sonur Magnus Heinasonar. Fimm vóru teir
sinir Rasmussar: Magnus, hin elsti, so Heini, Jákup, Hanus
og Guttormur, ið borin var í heim, tá ið pápin var hundrað
og trí ára gamal (sjey ár var hann, tá ið pápin doyði).
Haraldsundsgarður varð sundurfestur ímidlun Magnus, sum
fekk tveir triðingar, og Heina, sum fekk ein triðing. Magnus
búði í Stórustovu (nú kadlað »har uttari«). í
brúdleyp-inun kjá Magnusi gekk hin lítli Guttormur og spældi sær á
gólvinun. Pápin, sum tá var avgamal, fór til hansara, legði
hondina á høvdið á honun og segði: »Likari var tað, at

tú hevði sitið í hásætinun í staðin íiri hatta trogið, ið har
situr.« Tað var Magnus, hann skeyt til. Hin elsti vildi ikki
taka við nøkrun sindri av kunstrinun, sum pápin dugdi; men
Rasmus dugdi á at skina, at Guttormur fór at taka við.
Síðan legði Rasmus til: »Ikki skulu Gerðaharrarnir sleppa

norður um at ræna, meðan eg eri omaná jørðini; ikki man
tað vera so, tá ið handa spjørrin, í hásætinun situr, fer at
ráða.«

Guttormur kom til garðin í Múla norðuri á Borðoynni.
Lágur maður var hann á vøkstri, men góður stirðil var í
honun kortini. Hann sigst at hava verið hin ramasti
ganda-kadlur í Føroyun, men ikki nítti hann kunstur sín til at gera
nøkrun manni mein — nóg heldur til at hjálpa. Valamaður
var hann, frálíkur í ávikun og álitismaður í ødlun lutun.

Frásøgn er um, kvussu hann fekk sín stóra vísdóm.
Prestur í Onagerði lá í andaleypi og beyð, at adlar bøkur

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0246.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free