- Project Runeberg -  Lesibók /
231

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

hansara skuldu koyrast á sjógvin við tað sama.
Arbeiðs-konan fór omaná kneysin við bókurtun og blakaði tær á
sjógvin. Tá lá Guttormur firi hedluni og fiskaði. Hann fekk
bøkurnar upp úr sjónun, førdi tær heim og hevði tær síðan
at lesa í.

Guttormur tók ofta hulduseyð og hulduneyt, sum gingu
í Múlahaganun, og samdist tí idla við huldufólkið. Eina ferð
hevði hann tikið eitt grátt lamb í Krossdali (ímidlun Múla
og Fossáar innast í Múlahaganun). Hann settist at fletta og
tumma lambið alt firi eitt. Sum hann sat og opaði —
huldu-lamb var — hoyrdi hann fólk fyri durunun. Hann kvikaði
sær at fáa loyst barkan. Svartur hundur kom inn;
Guttorm-ur tók og kastaði honun mørin, og hundurin avstað við hesun.
Tá hoyrdist rin og kvin til hundin uttanfiri; huldumenn høvdu
sent hann inn at bíta Guttorm, og nú bukaðu teir hann. —
Eina aðra ferð tók Guttormur huldukvígu í haga sínun og
risti kross ivir hana. Hann visti, at huldumaður vildi koma
um náttina til at hevna fyri kvíguna og segði tí við
hús-fólkið, at eingin mátti ganga um didnar ettir tað, at hann
var lagstur. So setti hann vagl í didnar ímidlun úthurðina
og innhurðina og hønu uppá vaglið. Um náttina kom
huldu-maður at hevna, slapp at hønuni og drap hana, men ikki
longur — tí tá hevði hann dripið lív og fekk einki meira
gjørt.

Ein dagin, sum Guttormur var lagstur uppi í
Múlafjødl-un, komu huldumenn tisjandi til hansara, togaðu í hann og
vildu føra hann burtur við sær, men fingu hann ikki av
fet-inun. Teir lótu hann úr — klæðini sótu rangvørg uppi á
honun — men tá ið teir skuldu lata hann í attur, vendist
alt og var rangvørgt við tað sama. So góvust teir. Gomul
søgn er, at, situr eitt og annað plaggið av búnaðinun
rang-vørgt uppi á einun, so bítur gandur ikki á. Tí hevur tað
verið siður, at kvør, ið úti var staddur, hevði hosu, vøtt og
tílíkt rangvørgt. Ofta venda tey enn, tá ið tey seyma,
seymin rangvørgan á einun klædnastikki edla olckurt petti
rangvørgt.

Guttormur hevði konu úr Mikinesi. Hon æt Bidla. Ikki

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0247.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free