- Project Runeberg -  Lesibók /
233

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

dagin, tá ið hálvt hunárað bátar gingu burtur í Føroyun,
var hann ein av teim fáu, ið róðu landið upp. Norðuri á
havi var hann staddur og sinir hansara við honun. Edlivta
dag á sumri sigst hetta at hava verið. Einans bátur náddi
inn í Kalsoyarflógvan undan Guttormi. Brandstormur var,
beint ímóti, og sum teir strambaðu suður ettir Djúpun,
Guttormur og sinir hansara, brast eitt hervilegt heglingsæl
á. Glaðurnar vóru sum eimur rundan um hann og sjógvurin
blóðreyður at síggja. Upp um Konuna (stakkin norðanfiri
Kunoynna) stóð brimið. Neistar fóru niður ettir bakinun á
Guttormi, sum tað dreiv upp úr sjónun. »Jesús náði! nú er
eldur í pápa!« rópaði ein av sonunun; hann helt tað loga í
herðunuti á honun. Hin gamli helt, at tað brekaði ikki. Tá
ið teir komu inn um Stongina (uttasta landsendan
norðan-íiri Oyndarfjørð), segði Guttormur: »Nú lívir gamalt grót.«

Gunnarsbarmur er nakað sunnanfiri Funningsmúlan; har er
ógvuliga streymhart og íðukent og stórir driftingar upp og
niður. Guttormur nevndi tí barmin Driftingsbarm. í
Oyndar-firði settu teir upp — tá var báturin skræddur í stevninun.

Tá níttu Føringar smáar norskar bátar, ið kadlaðust
tristar (tríbekkir), til útróðrar. Men ettir hesa ólukku, tá ið
teir hálvthundrað bátar gingu burtur, var lóg gjørd, sum
setti forboð firi at fara til havs í so smáun bátun.

Gandakedlingin Barbara við Kvíggjá í Sunnbø hevði
frætt, kvussu væl Guttormur »kundi«, og fór norður eina
ferð til at royna seg ímóti honun. Tá ið hon kom, var
Guttormur útrógvin við sonun sínun. Hon settist at briggja
og blanđa, floytti fliðuskeljar oman ettir ánni (Mataráí Múla)
og segði, at, so nógvar skeljar sum sukku, so nógvir bátar
skuldu ganga burtur. Slíkt idlveður gjørdi hon og østi so
sjógvin upp, at tað var ikki meira enn, at Guttormur og
sinir hansara slitu til lands. Sum teir róðu suður ettir —
glaðustrok var — rópaði ein sonurin: »Eldur er í sjónun!

kvat er hetta?« »Eg veit, kvat tað er,« svaraði Guttormur;
»rógvið bara! tað er ikki tídligt heima.« Tá ið hann kom
beint áraka Múlahúsini, sá hann Barbaru sita undir húsunun
»niðri á fløtti« við útslignun hári. Teir sluppu ikki á lend-

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0249.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free