- Project Runeberg -  Lesibók /
234

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

ingina í Múla, men settu upp í Krossdali, tveir fjórðingar
sunnanfiri, og gingu so heim til hús. Teir hittu Barbaru
inni; eingin físti nakað — har lá øskukalt, tá ið teir komu.
Guttormur læt ein vaðstein upp í annan vøtt sín og sló hana
tvørtur um nasarnar, so hon bløddi. Tá minkaði megi
henn-ara. So skar hann hárið av henni. Tá misti hon adla kraftina.
So setti hann hana inn í eina baðstovu og kindi upp eitt
briggjubál. Har sat hon føst inni, til hon var næstan stokt;
hon slapp ikki av fetinun, firr enn Guttormur vildi. So rak
hann hana út, bað hana fara upp á takið og leggja sær
skíggjan atturivir ljóaran, tí tað var so kalt inni. So setti
hann hana fasta uppi á mønuni og gandaði ódn á hana av
landnirðingi norðan við kavaroki. Tá helt hann við hana, at
nú skuldi hon fáa at síggja, at tað var bæði heitt og kalt í
Múla. Mestur deyð í kulda fór Barbara avstað til gongu inn
í Sund (Kvannasund) morgunin ettir. Tá ið hon kom at
Fossá, slapp hon ikki um ánna, men gekk niðan við at
Fossdali. Uppi í djúpu kvíggj (lítil dalur uppi undir
fjadli-nun) slapp hon tvørtur um. Har sum Barbara sat uppi á
mønuni í Múla, kann ikki flag heftast. Tað slcal koma av
tí, at Barbara lovaði tað í hevnd, at har skuldi altíð leika
tað sama óveðrið, sum tá ið hon sat har. So mikil kraft
var enn ettir í henni.

Ein sunnudag, sum Guttormur sat og las lestur, kom
ein stari inn við einari fjøður í nevinun og setti seg
framman-firi honun. Hann hugdi at staranun: »01mussudírið, tú ert

komin langan veg; tú ert so ekkamóður« — tók so attur
at lesa og las lesturin út. So reistist hann úr sessi, vendi
fjøðrini við í nevinun á staranun og segði við hann, at hann
skuldi fara attur hagar, sum hann var frákomin. Tá ið starin
kom attur til Sunnbiar og inn kjá Barbaru við Kvíggj — tí
hon var tað, sum hevði sent hann — loftaðist Barbara beint
upp av grúgvusteininun, har sum hon sat, og gjørdi trí hopp
heilt upp í ljóarabogan. So mikið sterkari var Guttormur í
gandinun.

Eina ferð vóru Viðingar í Drangi (norðanfiri Viðoynna)
at fleyga. Hann brast á høgur við ódnarveðri og ógvuligun

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0250.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free