- Project Runeberg -  Lesibók /
235

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

brimi, so eingin slapp til teirra. Fólkið kvíðaði firi, at teir
liðu neyð firi mat og drekka, og menn fóru til rádna prest,
harra Klæmint, at fáa sær troyst. Prestur sendi boð til
Gutt-orms um at koma til hjálpar. Tað mundi ikki vera til
na-kað gott, helt Guttormur, at han sjálvur sendi boð ettir sær,
men fór kortini. Harri Klæmint og Guttormur vóru óvinir,
tí prestinun dámti ikki kunstur Guttorms; eisini mutidi prestur
vera avindsjúkur inn á hann, tí, tó at hann sjálvur hevði
gingið í niðurgangsskúla, var hann ikki mentur ímóti
Múla-bóndanun. Prestur bønaði nú Guttorm um at royna at fáa
Viðingar attur úr Drangi. Guttormur helt seg ikki til í
firstuni; hann var so gamal og brimið so óført, segði hann.
Men av tí, at fólk bønaðu hann, og treytagóður var hann,
gjørdi hann seg til og fekk bát av Viðareiði, tó at
bát-monnunun tóktist óført at fara. Teir róðu út um flógvan;
sjógvurin slætnaði framman firi bátinun, so kvørt sum teir
róðu fram. »Stumpurin« eitur eitt petti av dranginun; tað
er ein snipsur klettur, níggju favnar frá sjónun og niðasti
lesningur. Har upp um sló brimið. Á Miðskjøti, eitt sindur
omanfiri, vóru fleygingarmenninir staddir. Guttormur varð
spurdur, um hann helt, tað mundi fara at lukkast at fáa
menninar í bátin. Lógu teir á Miðskjøti, kundi tað vera,
svaraði hann; men vóru teir inni undir Skarði, fór tað ikki
at lukkast, tí tá vóru løginu ov stutt (undir Skarði er nóg
hægri uppi enn á Miðskjøti). Væl gekk í hond; teir
fingu menninar í bátin og róðu heim. Sjógvurin
slæt-naði firi bátinun, har sum teir komu fram. Prestur stóð á
sjóarklettinun, tá ið teir løgdu at landi, og takkaði Guttormi;
síðan vóru teir báðir vinir. Væl var Guttormur tígnaður av
fólki, og nógv var boðið honun í løn; men einki vildi hann
hava. Tó skuldu Múlamenn hava lov til at fleyga undir
Viðoynni (í Seyðtorvu) ein dag á kvørjun ári, firsta dagin ið
flog var. Annað árið, ið Guttormur kom, høvdu skálkar verið
firi og drigið línuna upp. Teir sóu ikki lunda tann dagin.
Tá lovaði Múlabóndin, at tað skuldi vera bæði firsti og síðsti
dagur á tí ári, at Viðingar fingu fugl.

Ein arbeiðskona í Ónagerði (prestagarðinun á Viðareiði)

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0251.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free