- Project Runeberg -  Lesibók /
236

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

hevði dripið eitt leysingabadn og grivið tað niður. Tað gekk
attur sum niðagrísur og fór til Klæmint prest at krevja sín
rætt av honun. Kristna jørð vildi tað hava. Ongantíð fekk

hann frið firi tí; um næturnar lá tað og seyg føturnar á honun.

Prestur varð heilt neyðarsligur, kom upp í tussarak og var idla
mentur at ganga. Hann sendi boð ettir Gottormi og kærdi
sína neyð firi honun; hann fór skjótt at doyggja, helt hann.
Guttormur bað prestin lata seg fáa kjóla og pípukraga at

fara í og geva sær kirkjuliklarnar. Men ikki eitt eyga mátti
síggja, skipaði hann firi; kvør lúka skuldi í topp og eingin
hurð gloppast. So mikið var tó kagað, at ein arbeiðskona
í Ónagerði fekk at síggja alt eiðið standa sum í einun loga,
meðan hann fekkst við at beina niðagrísin burtur. Tá ið
Guttormur kom attur, var prestakjólin brendur uppi á honun.
Eina kúgv gav harri Klæmint honun í løn atturfiri hjálpina,
og síðan hevði hann frið.

Víða kvar í Føroyun var Guttormur navngitin, og tá ið

okkurt var, sum tað ikki átti at vera, var boð sent ettir
Múlabóndanun. Á Skalingi í Streymoynni doyðu neytini
sum flugur kjá bóndanun. Boð var sent ettir Guttormi.
Hann kom, breyt básin upp og fann ein saksapart niðri í.
Nú fann hann tað, hann vildi finna, helt hann: nú mundi

fara at vera betur. Ettir tað doyði ikki kjá bóndanun. —

Á veginun heim attur kom Guttormur til Itra Skála.
Skála-bóndin spurdi hann um ein stein, ið stóð í hoygarðinun og
var honun til bága: um hann skuldi ikki spreingja steinin.
Guttormur helt, at best var, um hann læt vera. Gjøgnun
trí festi stóð steinurin í friði, og einki var við hann gjørt,
firr enn fjórði bóndin kom. Hann boraði hol í hann og

royndi at spreingja hann; men bert ein flís fór av. Bóndin
legðist sjúkur bæði á sál og likam og kom aldrig attur firi
seg. Blágrítisgrót er í steininun.

Tá í tíðini ’samlaðust menn víðan úr oyggjunun, bæði
sunnanmenn og norðanmenn, til handils í Havn. Fuglingar
og Sunnbingar sluppu fram um adlar, tí teir høvdu longstan
vegin. Menn komust tá at vera væl kunnugir kvør við annan
og høvdu mangt til gamans, meðan teir lógu í Havn og

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0252.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free