- Project Runeberg -  Lesibók /
238

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

bað hann gera eina ár burtur úr (reyðiviður var tað:
ster-kasti viður, ið rekandi kom; hann rotnaði ongantíð). Árin
kom at vera nóg tjúkkari enn vanligt var, og Jóhannes segði,
tá ið hann sá hana, at, var hon gjørd uppá spott, skuldi
hon eisini vera til spott. Hann fór til útróðrar, fekk
strang-an andróður og royndi árina. Ikki fekk hann brotið hana,
men klovnað var hon heilt upp ígjøgnun, tá ið teir komu
attur at landi.

Guttormur helt við konuna, at firi tær sakir, sum
huldu-fólkið hevði við honun, men ikki kundi fáa framdar, mundi
óskepnan fara at koma attur á tann lítla, á gólvinun gekk.
Tað var ingsti sonurin, sum æt Guttormur ettir pápanun.
Hin gamli bað hana ikki lata hin lítla fara út um
morgnar-nar fastandi edla knívleysan. Einki leit hin gamli hinun
ingsta til. Ein morgunin var ungi Guttormur farin út firi dir
fastandi og knívleysur; tá var hann tilvaksin, giftur og átti
bødn. Frá teirri stund var hann horvin. Mong ár ettirsíðani
skuldi ein framsíggin prestur síggja unga Guttorm gangandi
einsamadlan í múlanun. »Dér gár et af vore fár!« hevði
hann íiri munni á sær. Presturin var á báti, og Viðingar
førdu hann. Ein á bátinun spurdi, um ungi Guttormur ikki
kundi fáast attur frá huldufólkinun, men prestur svaraði, at
hann var betur ófingin, tí hann var spiltur.

Av teimun, ið ettir gamla Guttorms tíð hava verið bornir
til garðin í Múla, hevur annarkvør itið Guttormur og
annar-kvør Jóhannes. Sagt er, at altíð skuldi onkur vera av gamla
Guttorms slagi, sum hevði nakað fram um onnur fólk, og so
hevur verið.

Sonarsonur gamla Guttorms, ið æt Guttormur ettir
hon-un og var bóndi í Múla, bregðaði nógv til abba sín. Um
hann er frásøgn. — Tað var ein sunnudag, at prestur í
Óna-gerði vildi ikki halda messu, tí Kvannasundsmenn og
Múla-menn kundu ikki koma til Viðareiðis firi óveðri. Næsta
leygardag var gott veður, og Kvannasundsmenn og
Múla-menn fóru til messu, men tá var prestur ferðarbúgvin (ætlaði
sær at ferðast um gjaldið), og menninir vóru tí at fara burt
attur. Guttormur Múlabóndi og Ólavur í Kvannasundi gingu

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0254.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free