- Project Runeberg -  Lesibók /
239

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

tá inn í Kvannasund. Báðir søgdust at duga meira enn at
mata seg. Áðrenn teir skiltust, hoyrdu fólk Guttorm siga:
»Sketta tú firi eystan! eg skal sketta hesumegin.* Ødl vikan
gekk, og fagurt veður var, men ikki slappst burtur kjá presti
íiri brimi. So kom leygardagur, og prestur hugsaði um
ferðina. Bátur var kvørjumegin á eiðinun. Fólkið gekk og
válaði og hugdi ettir, stundun firi eystan og stundun íiri
vestan. Ofta síndist kirt, men best sum prestur kom og
vildi fara, so var brim, og einki batti. Við tí skili varð
prestur at vera heima og halda messu. So fingu Guttormur
og Ólavur teirra vilja fram, og síðan slapp prestur avstað.
tá ið hann vildi.

Beinta og Peder Arrheboe.

Beinta, sorinskrivaradóttir úr Havn, var gift við trimun
prestun, kvørjun undan øðrun. Tiltikin var hon til vakur-.
leika og dáraði mangan mann; men var hon eingil uttan, so
var hon tað ikki innan, tí ilt var skapið í henni, og adlir
tríggir menn, ið giftust við henni, fingu óskepnu. Bæði í
moyggjaraldrinun og meðan hon var einkja gekk hon oman
til strandar í Havn, kvørja ferð ið skip var komið niðrifrá,
sum níggjur prestur var væntandi upp við til Føroya, og
stóð so uppskrídd á bakkanun firi prestinun, tá ið hann kom
í land. Á henda hátt varð hon trúlovað við einun presti firi
og øðrun ettir.

Firsti maður, ið hon giftist við, var harri Jónas í
Óna-gerði á Viðareiði, Norðoyaprestur. Ógvuliga ódædl var hon
við húskarlarnar har norðuri. Við tað sama hon kom til
Ónagerðis sum matmóðir, feklc hon teimun eina stóra
udlar-hít at karða burtur úr. Teir søgdu nei, men so bað hon

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0255.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free