- Project Runeberg -  Lesibók /
240

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

mann sín hjálpa sær. Hann fór til teirra og bað teir gera,
sum hon beyð, firi hansara skild, um ikki firi hennara. Tá
ið teir komu frá útiróðri, edla kvar teir so høvdu verið,
hevði hon altíð udlarhítina til teirra at karða úr edla koyrdi
teir til rokkin at spinna. So rímdu húskadlarnir, ein firi og
annar ettir. Ikki fingu teir nátturð, um teir ikki veltu ettir
tveimun rossun (so mikið av tøðun, sum tvey ross bóru).
So bara stigu teir upp í leypin — breiddu ikki — og
skump-aðu rr.old atturivir tøðini, so bøurin kom at liggja kolsvartur,
og tað spretti ikki gras av í mong ár. Grót legði hon á
fatið til teirra, tá ið teir komu av útiróðri og einki høvdu
fislcað. Um eitt, sum rak er, verður tí enn tikið til: Hatta
er sum í Ónagerði, tá ið Beinta var. Ikki vildi hon lova
húskødlun sínun at bróta riggin sundur í fiskinun, sum hon
gav teimun at eta. Ein kona segði eina ferð við teir, at
teir sóu so idla út, og spurdi, um teir brutu ikki riggin
sundur í fiskinun; men teir søgdu nei. Hon legði teimun tá
til ráða at bróta hann sundur í trí, tí so lcundi Beinta ikki

vidla fisk attur á beinið. Tá trivnaðust teir. Jónas var

einkjumaður, tá ið hann giftist við Beintu. Tá ið henni tók
at leiðast við hann, tók hon mold úr grøvini kjá firri konu
hansara og legði undir høvdalagið kjá honun. Tá tók hin
firra konan at ganga attur á prestin, og hann varð óður í
høvdinun. Tá ið hann lá til at doyggja og bað um heitt,
fekk hann kalt, og bað hann um kalt, fekk hann heitt.

Ettir Jónasar deyða varð Beinta trúlovað við Anders
Lemvigh, hjálparpresti á Nesi í Eysturoy, og skjótt kom tað
hagar, at tey skuldu giftast. Beinta var á Nesi í
hoybera-tíðini og tók ettir, at har gekk nógv til í húsinun, tí prestur
var góður maður og gjørdi væl við húsfólkini. Hon hevði
við tað sama at prestinun, at hann dugdi ikki at hava hógv,
og legði til, at øðrvísi skuldi tað vera, tá ið hon kom at vera
matmóðir á Nesi — hon helt seg eiga hann vísan. Men tá
segði prestur, at, læt hon seg so tíðliga í brøkur, var tað
best, at hann beindi hana attur til Havnar. Og so varð;
hoyberamenninir fóru við henni til Havnar, og eingin gifta

kom í lag midlun hennara og Anders Lemvigh.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0256.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free