- Project Runeberg -  Lesibók /
241

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Annar maður Beintu var Niels Aagaard, prestur í
Vág-un. Hann var hóvligur maður og veikur og gjørdi henni
oftast ettir vild firi at fáa frið; men hetta gjørdi hana bara
verri. Ein dagin, sum hon gjørdi seg inn á hann og hann
royndi at halda ímóti, tók hon ein ljósastaka og sló ettir
honun, men rakti í roykstovubitan, so eitt stikki feyk úr
fótinun á stakanun. Hesin staki varð seinni altarstaki í
Mið-vágskirkju. Eina aðra ferð hevði hon læst seg inni við
hon-un í einun kamari til at buka hann; tá kom húskadlurin,
Kristofifer, til, breyt didnar, tók hana og koyrdi hana í eina
tvagtunnu. Síðan ræddist Beinta altíð landbukku.

Aldrig tordi harri Niels at liggja nátt í Sandavági, tá ið
hann helt gudstænustu har, men varð altíð at ríða heim í
Jansagerði, prestagarðin í Miðvági, sama kvøldið, tí Beinta
var avindsjúk inn á løgmansdøturnar á Steig og rædd um,
at harri Niels skuldi fáa hug at einikvørjari av teimun, tí tær
vóru sjaldsama vakrar. So hendi tað eina ferð, sum harri
Niels var í Sandavági, at Sandavágsmenn hildu tað ikki vera
ráðuligt kjá honun at fara avstað attur sama kvøld, tí
vetrar-tíð var, niða og hart frost; men hann fór kortini, tí hann
ræddist Beintu. Siður var tá í tíðini, at bæði prestur og

bøndur riðu á hestbaki til og frá kirkju. Flóð var, og

prestur reið uppi undir bakkanun. Tá ið hann var komin
á Miðvágssand, snávaði hesturin á einari hedlu, kadlað
Steins-mørkhedla, niðri undir Eirikstoftun, og prestur breyt beinið.
Tá ið nøkur tíð var umliðin og beinið saman attur runnið,
kom prestur fram attur at sita og hevði beinið liggjandi uppi
á einun stóli. Ein dagin, sum hann so situr, kemur ein
hús-kadlur inn skundisliga og sigir, at ein bátur leggur at landi
niðri á Støð; »hatta er onkur av teimun stóru í Havn«,
heldur hann firi. Beinta loypur upp øðislig, snurrar avstað

og fírir undir stólin, so beinið á prestinun dettur niður á

gólvið og brotnar aðra ferð. Hann var førdur til bartskeran
í Havn, men tá rann beinið ikki saman attur, kolubrandur
kom í, og tað varð harra Nielsi at deyða. Reittur verður
vargur til vea — áðrenn hann doyði, bannsetti hann
Beintu.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0257.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free