- Project Runeberg -  Lesibók /
243

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

komu alt verri og verri á samt, sum tíðin leið. Ongantíð
unti hon honum frið. Ein dagin, sum tey høvdu deilt, fór
hann út og setti seg á ein heyggj, men við tað sama var
hon attaná og stoytti eina vatnbittu ivir høvdið á honun.
Hann hugsaði, at toran hevði so buldrað í dag, at regnið

mundi fara at koma attaná, segði hann tá við hana. Eina

ferð ið hann hevði at henni, at hon bukaði arbeiðskonurnar,
beit hon hannav: tað var ikki firi hann at leggja seg uppí;
hann kundi væla um sínar skitnu bøkur. Tá hugdi hann at
henni gramliga, tók fast í armin á henni og leiddi hana út.

Síðan veik hon altíð firi honun.

Arbeiðskonurnar royndu altíð at gera henni tað idla og
honun tað góða, ið tær kundu. Tá ið blóðmørur var
kók-aður, vildi Beinta ongantíð lata tálg í til hansara, men koyrdi
mestan adla tálgina í síni indur. So gjørdi hon merki í
pilsipinnarnar, at hon kundi gera skil ímidlun indrini, kvørji
hansara vóru og kvørji hennara. Men arbeiðskonurnar skiftu
pinnarnar, sum hon hevði merkt, um í blóðmørsindrunun, so
teir komu at standa tvørtur ímóti, sum ætlað var. Hann
fekk tá adlan hin feita blóðmørin og hon hin soltna. Kvussu
bar hetta til? so feit pilsa til hansara í kvøld? spurdi prestur;
hann var ikki vanur við slíkt. Men lítið var um Beintu: tað
glógvaði ikki í kjá sær, segði hon.

Prestur gekk ofta oman í kirkjuna til at hava frið firi
konu sínari. Eitt kvøldið sendi hon ein húskadl har oman
og fekk honun eitt lak við til at fara í: hann skuldi vera
spøkilsi og ræða harra Peder í kirkjuni. Húskadlurin kemur
sníkjandi inn í kirkjuna og reisist so firi presti í lakinun;
men prestur tekur at lesa upp ivir honun og reka (mána)
hann niður ígjøgnun kirkjugólvið. Húskadlurin rópar, tá ið
hann er komin hálvan vegin niður, og sigir, kvør hann er,
men tá kann prestur ikki fáa hann upp attur og verður at reka
hann heilt niður ígjøgnun undir nístan og pípan frá honun.

Væl lærdur maður var harri Peder og tungusnjadlur,
og har atturat dugdi hann meira enn at mata seg, sum tey
taka til. Ofta heittu tí fólk á hann til at níta sín
ganda-kunst teimun til hjálpar, og góður var hann í ávikun, tá ið

16*

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0259.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free