- Project Runeberg -  Lesibók /
244

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

tað galt slíkt. — Ein bóndi var í Miðvági, sum misti so
nógv úr kjádli sínun. Hetta helt so við í langa tíð, at stolið
varð fra honun; leitað varð ettir tjóvinun, men einki
gjørd-ist: teir kundu ikki koma uppá sporið. So bóðu teir harra
Peder um at hjálpa sær. Ein sunnudag, sum fólk eru í
kirkju, prestur stendur á prædikastólinun — útvaldur
pre-dikantari skuldi hann vera — og hevur endað prædikuna
við evangeliinun, sum siður var tá, starir hann út í kirkjuna
nakað leingi og sigir í endanun: »Tyv, jeg ser dig, og jeg
kender dig, og Gud kender dig.« So tekur hann
altarbók-ina, ið liggur á prædikastólinun, slær hana tvørtur um høvdið
á sær og sigir í tí at hann sveiggjar hana: »Ret nu tager

jeg min alterbog og slár den for din pande.« Men í tí at
hann læt, sum hann slerdi altarbókina út í kirkjuna, smadl
ein maður, ið inni var, niður. Tá var tjóvurin vísur.

Harri Peder var ræðuliga snarsintur maður. Hann fadl
í eina sjúlcu, sum gjørdi hann heilavidlan eina tíð, og tó at
hann kom attur firi seg, var tað ikki øðrvísi enn, at sjúkan
vitjaði attur á hann við kvørt, so hann var ørur í høvdinun,
meðan hon stóð við.

Harri Peder og bóndin á Riggi í Miðvági, Jógvan
Ras-mussen, kadlaður Prest-Jógvan, vóru óvinir. Teir vóru
komnir til ilnar um eina heimakúgv kjá Rigsbóndanun, sum
hevði slitið tjóðrið og tradkaði bøin niður kjá presti; firi hetta
gjørdi prestur seg inn á bóndan og gav honun grov orð.
So var einki meira burtur úr hesun, men seinni brustu báðir
saman attur, og tá kom at vera verri. Við hesun bar so
til. Beinta var oyðslusom og ofta í neyð firi pengar. Nu
átti harri Peder eini skóspenni av silvuri; tey tók hon og
seldi í loynd til ein mann við Kirkjar (bílingur í Miðvági).
Hesin maður seldi tey uppattur til Jógvan bónda á Riggi.
Prestur saknaði silvurspennini og spurdi Beintu ettir teimun,
men hon duldi firi, kvat hon hevði gjørt, og segði, at tey
máttu vera stolin. So ein dagin sá harri Peder Jógvan
ganga við hesun skóspennun sínun og østist so upp, at hann
leyp í hann við tí alt í einun, tvíggjaði hann út og kadlaði
hann tjóv. Bóndin hótti at presti og trúaði við søksmáli,

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0260.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free