- Project Runeberg -  Lesibók /
245

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

um hann ikki bað um firigeving íiri tey orð, hann hevði haft
frammi. Síðan var prestur tríggjar ferðir á veg niðan á
Rigg til at royna at koma til sams við bóndan, men kvørja
ferð spottaði Beinta hann, so hann helt av. Triðju ferð var
prestur komin á Liðastein — hevði latið seg í prestakjólan —
tá ið Beinta rópaði ettir honun, at hon helt tað vera
van-virðiligt firi ein prest at fara at biðja ein bóndaílók um sátt
og semju: hann skuldi heldur drukkið sær eina fløsku av
brenni-víni og so tikið øksi í hond og brotið didnar upp kjá
Jógv-ani. Øði kom í prestin; hann vendi attur, drakk seg fudlan,
fór so við øksi niðan á Rigg, breyt didnar kjá Jógvani og
kadlaði hann upp attur tjóv. Tá tók bóndin søgsmál upp,
men legðist á sóttarsong og doyði, áðrenn sakin var endað.
Tá ið hann lá til at doyggja, fóru tríggir menn til prestin
og vildu fáa at vita, kvønn vegin bóndin fór: til himiríkis
edla til helvitis, tí hann var so dáttliga deyður. Prestur
segði, at hann var ikki deyður: teir vildu bara narra seg.
So fóru teir heim attur og eina løtu ettir oman attur til
prestin. Sum teir standa og tosa við hann, slær hann
hend-urnar saman og sigir: »Ret nu for han til helvede.* Tá

høvdu menninir lagt bóndan í kistu, áðrenn teir fóru, og tá
ið teir komu heim attur, lá hann kvaldur í kistuni — hann
hevði ikki verið uttan skindeyður. Harri Peder helt líktaluna
ettir Rigsbóndan, og hevði hann ovtalað seg firr, so bar av
nú. Firstu orð, ið hann segði, í tí at hann steig fram á
grøv-ina, vóru: »Nu træder jeg pá en tyvegrav.« Síðan kastaði
hann jørð á og segði: »En tyv levede du, en tyv døde du,
en tyv skal du igen opstá « Men einkja Jógvans svímaði,
sum hon stóð, og varð síðan leidd heim.

Peder Arrheboe var firi sín ósámiliga atburð dømdur
frá exnbætinun av einun próstarætti. Tó varð hann sitandi
í prestagarðinun Jansagerði í hálvt annað ár ettir henda dóm,
og meðan noyddist ettirmaður hansara, Suurland, at halda
til í einun húsi á Riggi. Síðan varð harri Peder í níggjun
próstarættsdómi dømdur til at flita av garði og burtur úr
bigdini. Beinta og hann fluttu tá bæði til Sandavágs og
livdu har teirra síðstu tíð í einari smáttu, í Haraldsstovu

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0261.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free