- Project Runeberg -  Lesibók /
246

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

kadlað. Men ikki varð hann mettur minni maður ettir tað,
at hann hevði mist kappa og kraga. Hann hjálpti nú enn
meira enn firr teimun, ið sóktu ráð kjá honun móti
huldu-fólki og gandi, og ikki hildu fólk tað gretta, at hann útinti
kvat ið hann tók uppá seg at gera í slíkun søkun.

Um Kristofter í Húsi — hin sami, ið var húskadlur eina
tíð kjá harra Niels og koyrdi Beintu í tvagtunnuna — er
frásøgn goymd, kvussi harri Peder hjálpti honun til at fáa
frið firi einari huldukonu. — Kristoffer var first húskadlur
kjá Magnus bónda f Bø (í Vágun). Ein huldukona tók at
ganga til hansara har, og so idla royndur var hann av henni
umsíðir, at hann varð at ríma úr Bø. Hann fór til Miðvágs,
giftist og búsettist í Húsi, og síðan varð hann nevndur
Kri-stoffer í Húsi. Hann var fluttmaður kjá Peder Arrheboe
presti til Bíggjar. Eina ferð, ið teir vóru farnir til Bíggjar,
bað prestur hann liggja nátt við sær har, tí ringt veður var
og seint á degi; men Kristoffer segði, at hann vildi ikki.
Prestur tók at spirja hann, kví hann kundi ikki vera, og
Kristoffer upplísti tá firi honun, at hann fekk ikki frið í Bø
firi einari huldukonu. Prestur segði, at, var tað einki annað
enn tað, skuldi hann vita at hjálpa honun, og bað hann
liggja. Síðan beyð hann, at alt skuldi fara tíðliga til songar.
Kristoffer svav í roykstovuni, og ljós brann; prestur fór til
hansara og var kjá honun eina løtu, legði so hanskar sínar
uppá bitan mitt í roykstovuni og gekk síðan uttar. Eina
góða løtu ettir hoyrir Kristoffer huldukonuna koma; hon
letur hurðina upp, men sleppur ikki longur inn enn á hálvt
gólvið undir bitan, har sum hanskarnir liggja, melur imsar
vegir og fer so avstað attur. Tíðliga á morgni kom prestur
at hitta Kristoffer og spurdi, kvussu gingist hevði í nátt.
»Væl,« segði Kristoffer; »hon kom, men ikki longur enn
undir bitan; har gekk hon og strevaðist og rímdi so.« »Tað
hugsaði eg,« segði prestur; »um tú hevði sagt øðrvísi,
hevði tú logið.* Síðan hevði Kristoffer frið firi huldukonuni,
kvørja ferð hann var í Bø; men nú tók hon at ganga heim
til hansara í Miðvági, kvaðna verri enn í Bø, so nú batti
reint ikki. Kristoffer bað hana fara frá sær, men huldukonan

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0262.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free