- Project Runeberg -  Lesibók /
247

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

segði, at tað mátti verið annað ráðið kjá honun at haft
seg til konu: hon var mætari kona enn Steinsetra hansara
(steinar høvdu tey firr til padlar á sita á við grúgvuna; tí
kadlaði huldan konu Kristoffers Steinsetruna). »Nei,« segði
Kristofíer; »Steinsetran er eitt guds bađn, men tú ert eitt
fanans badn.« So Kristoffer attur til prestin at kæra sína
neyð. Prestur spir hann, kví hann fer ikki attur til Bíggjar
til Magnus bónda at vera. »Nei, mætur,« sigir Kristoffer
(»mætur« var eitt tiltak hansara); »kjá Magnusi í Bø kann
eg ikki vera, tí hann hevur tvey høvd.« Hann var ein
ríggjuskøltur, meinti Kristoffer. Prestur spurdi tá, kví hann
var ikki komin firr. Tað var komið nakað lítið ímidlun
Beintu og hann, segði Kristoffer: hann hevði koyrt hana í eina
tvagtunnu eina ferð, ið hon bukaði hin firra mann sín, harra Niels.
Prestur legði honun tað ráð at skifta búgv, og Kristoffer
flutti so til Velbastaðar í Suðurstreymoy. Har var hann
eina tíð, men so var líka galið attur: huldukonan var ettir
honun har eisini. Kristoffer sá sær eingi onnur ráð enn at fara
við bát attur í Vágar og søkja hjálp kjá presti triðju ferð;
tó gjørdi hann tað treyður, tí hann hevði gjørt seg idla
kendan við Beintu. Hann legði at landi í Sandavági, tí tá
var harri Peder settur frá embæfinun og farin til Sandavágs
at búgva. Báðir sótu inni í roykstovuni einsamadlir um
kvøldið. Prestur bað tá Kristofter fara í songina. Út ímóti
lísing kom huldukonan, men prestur gav henni mótitøku,
sveigaði við keppinun og rak hana út, first gjøgnun
royk-stovudidnar, so gjøgnun túnið oman ettir sandinun, attur
øvuta adlan vegin út í Kvítagrót inni í Giljun (á veginun til
Miðvágs) — hann vildi ikki møta útróðrarmonnunun —
og tók so at reka hana niður undir við lestri so smátt og
smátt. Tá ið høvdið stóð javnt við sandin, setti hann hælin
á og skrivaði við stavinun omanivir henni.
Útróðrarmenn-inir fóru og sóu huldubát liggja undir Hólki við teimun átta
monnunun, sum høvdu róð við huldukonuni. Síðan forbeyð
prestur kvørjun manni at fara norður á sandin, firr enn flóðin
hevði verið uppi ivir attur, og aldrig vóru boð betur hildin
enn hesi. So fór prestur attur í songina til Kristoffers og

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0263.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free