- Project Runeberg -  Lesibók /
248

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

rak ónda ond út úr honun; djarvastu fólk í Sandavági, sum
kagaðu, sóu nakað fara upp ígjøgnun ljóaran. Tá fekk
Kri-stoffer frið.

Um henda sama Kristoffer í Húsi er tann frásøgn, at
hann hevði so ónatúrliga sterkt mál, at eingin maður í
Før-oyun tá hevði slíkt mál. Éina ferð — hetta var, áðrenn
hann fór til Velbastaðar at búgva — gekk hann til
Oyra-gjáar (á eystursíðuni á Vágoynni ivir av
Streymoyarland-inun) og rópaði grindaboð tvørtur um sundið so hart, at
tey hoyrdu hann skiluliga fram firi kvødnina á Heygun í
Vestmanna; har stóðu tvær arbeiðskonur og mólu. Onnur
arbeiðskonan slepti kvödnini og segði: »Hatta er Kristoffer
í Húsi, ið rópar.« Aðrir menn breiddu til tekn, men
Kri-stoffer bara rópaði. Hann gekk á fjadl í Miðvágshagan, sum
lá tætt upp til hagan kjá Magnusi í Bø, og rópaði so hart,
at seyðurin kjá Magnusi rímdi av haganun. Ettir tað feklc
hann tvey lomb av Magnusi firi, at hann skuldi vera minni
harðmæltur. Kristoffer var nakað undarliga sintur maður.
Ikki tordi nakar at nevna »longu« (fiskin) firi honun; so vildi
hann drepa (hann var sjálvur eyknevndur »longa« av tí, at
hann var so langur). Hann gekk til Havnar at keypa firi
fólk, og ikki svitaðist tað, at hann útrættaði tey ørindi, ið
hann var biðin um at bera fram; men vildi nakar minna
hann uppá attur okkurt, sum firr hevði verið orðað við hann,
so bar Kristoffer ikki boðini fram, tí ikki dámti honun, at
nakað varð sagt við hann meira enn eina ferð. Eitt lítið
gerði — sátulendi — í Miðvági nevnist enn »Kristoffers
trøð« ettir honun; »Kristoffers krógv« er ímidlun Miðvágs
og tað stóra vatnið.

Ofta varð heitt á harra Peder Arrheboe til at hjálpa
ímóti trødlskapi og gandi, edla kvar ið slíkur ófriður var á
ferð, at einki gjørdist uttan at hava gand til verju.

Eina ferð var eitt skip (Fransur skuldi tað vera) komið
at flóta vesturi í Vágahavinun og flaggaði ettir leiðvísara.
Páskaaftan var tað, dírdarveður og kvør fjöl á sjógv.
Nóls-ingar, Kirkjubømenn og Velbastaðmenn hildu tað vera eitt
loynikeypskip og fóru til tað við fiski at avreiða. Nóls-

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0264.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free