- Project Runeberg -  Lesibók /
249

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

ingar vóru firstir; tá ið adlur fiskur teirra var drigin upp á
skipið, tóku skipmenninir bát teirra og høgdu hann sundur
til brenni. Ein lítlan, vánaligan bát, sum teir høvdu tikið í
Suðuroy, góvu teir Nólsingun í staðin og sleptu teimun so
avstað. So komu Norðheygabrøðurnir á Velbastað. Ein maður
á Velbastaðbátinun, nevndur Jóhannes, vildi so fegin fara til
skipið og øvundaði Nólsingar: tí har mundu teir fáa bæði
vín at drekka og sukur at bíta, segði hann við hinar
bát-menninar. Endin var, at teir løgdu til skipið, tó at
formaður-iu helt lítið um tað, av tí at hann grunaði, at tað mundi vera
eitt ófriðarskip. Tog varð kastað niður til teirra, og teir
vóru drignir upp á skipið. Nú sigir skiparin við teir, at
annað-kvørt skulu teir fáa honun havn til ímorgins, edla skulu teir
adlir vera hongdir við ráarnakkan. »Drekk nú vín og
suk-ur!« sigir formaðurin á bátinun við Jóhannes. So teir attur
í bátin, gera hann fastan í skipið og rógva tað inn. Teir
sjabba so, at teir náa útlúgvaðir inn á Sandavág (sum var
næsta havnin) páskamorgun, rætt sum fólk var uppi. Sum
teir ganga niður at húsun, møta teir løgmanninun. »Hetta
eru einir páskagestir, ið tit hava ført mær ímorgun,« sigir
hann. »Mangur dansar og dansar av neyðun,« sigir Jóhannes.

Skiparin legði ást á eina dóttur løgmansins, ið var so
fráskila vøkur, og svór, at hann fór ikki avstað attur, firr enn
hann hevði hana í skipinun. Pápin hevði tá stóra neyð við
at fáa hana burturbeinda, so skipmenninir skuldu ikki fáa
fatur á’henni, tí skiparin hevði sett menn út til at fanga hana.
Hon var latin í mannfólkaldæði, til tess at skipmenninir skuldu
ikki kenna hana. í ein torvlut varð hon laðað inn, meðan
leitað varð ettir henni, og síðan fóru menn við henni til
Sør-vágs. Ein Fransur, ið møtti teimun, helt seg kenna hana,
men læt seg ikki upp. Skiparin var fúkandi óður, tá ið hann
frætti, at løgmaður krógvaði dóttrina firi honun, og hevði
hóttur frammi, at hann vildi seta eld á adlan Sandavág, um
hon varð ikki beind til hansara við tað sama. Hann sendi
tveir bátar í land av skipinun; annar var fudlur av
brúdleyps-drekka, sum til skuldi vera tikið, um løgmaður samtikti; í
øðrun vóru tjørutunnur, sum nítast skuldu til at seta eld á.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0265.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free