- Project Runeberg -  Lesibók /
250

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Sandavágsbigd við, um løgmaður vildi ikki geva seg undir.
í sínari neyð sendi løgmaður boð til Miðvágs ettir Peder
Arrheboe presti at koma honun til hjálpar. Hann kom við
tað sama, fór beinan vegin oman á sandin og rislaði nakrar
bókstavir harí við stavi sínun. So tók hann upp í lúkuna
av sandi, har sum hann hevði skrivað, og sletti út á sjógv.
Tá reis glaða og alda av sandinun út ettir, so Fransurin varð
at kappa og rak til havs. Síðan spurdist einki attur til
hansara. Men Sandavágsmenn hildu sær at teiti við tí góða
brúdleypsdrekka.

Ettir tað at harri Peder var settur frá embætinun, kom
ein stór grind í Skálafjørð í Eysturoy, men tó at
Skála-botnur tá var eitt tiltikið grindapláss, kvar ið grind varð
hildin vís at doyggja, vildi tað ikki bera til at fáa hesa
grindina rikna inn í botn og dripna. Fólk hildu fananskap
vera uppi í grindini; eitt var, sum hevði botn firi eygunun,
og tá ið tað kavaði, klappaði hesin botnur so hart í sjógvin;
av tí kadlaði tey tað Klappus. Skálamenn fóru vestur í
Vágar til at biðja Peder Arrheboe leggja sær ráð, kvussu
teir skuldu fáa grindina dripna, og lovaðu honun størsta
kvalin atturfiri. Har atturat skrivaði landfútin sjálvur bræv
til hansara og bað hann koma grindamonnunun til hjálpar, um
hann visti nakað ráð til at reka henda devulskap burtur, sum
forðaði grindini. Harri Peder kom, skrivaði nøkur orð uppá
ein pappírslepa og bað eina bátsskipan fara við hotiun og
floyta hann á sjógvin uttanfiri grindina. Grindin doyði, men
Eystringar tveittu presti bert ein leittur og ikki størsta
kvalin, sum teir høvdu lovað. Tá lovaði harri Peder, at
grind skuldi ikki doyggja attur í Skálafirði, og so varð.
Næstu ferð, ið grind kom í Skálafjørð, doyði einans kvalur.
»Nu dræbe de grind udi Skálebund udi Østersø, men de fá
ikke mere end den mitidste«, segði harri Peder.

í Haraldsstovu í Sandavági livdi Peder Arrheboe edla
»gamli prestur,« sum hann nevnist eisini, síni síðstu ár ettir
tað, at hann var dømdur frá kjólanun. Har í Sandavági
fekkst hann við at rógva út og fann eitt mið, sum rópast
»Prestmið« ettir honun; tað er ímidlun Klovnings og Prest-

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0266.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free