- Project Runeberg -  Lesibók /
251

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

tanga, ein fjórðing frá landi. Løgmaður hevði sæð hann
ganga burtur í haga til torvlutirnar og heinta sær
torv-konglar upp, tóktist sind í honun og tók hann til lærara kjá
bødnun sínun. Fleiri lærisveinar gingu til harra Peders í
Sandavági og ítastur av teimun Bartals-Jákup; men Beinta
fjónaði teir og stoyttu vatnbittur ivir teir, tá ið teir komu
til hansara. Ikki kom harri Peder at líða neyð í Sandavági.
Trí kúfóður og tjúgu seyðir fekk hann, so leingi hann livdi,
av ettirmanninun í Jansagerði. Eisini fekk hann gávuseyðir
frá imsun monnun og tíggjund av tveimun bátun í
Sanda-vági; løgmansbáturin var annur.

Ofta komu fólk ferðandi langan veg til at síggja
»av-setta prest.« Ein dagin, sum harri Peder gekk niðri á
sand-inun, kom ein ókunnigur maður, ið níkomin var til bigdina,
til hansara og bað hann vísa sær á avsetta prest. Hesin
maður hevði ikki sæð harra Peder íirr og kendi hann tí ikki.
Harri Peder lovaði tað; tó hevði hann eitt lítið ørindi at fara
first, segði hann, men skuldi koma attur við tað sama. Hin
fremmandi gekk attur og fram niðri á sandinun og bíðaði
eina langa tíð; men eingin prestur kom attur. Tá í
end-anun grunaði hann, at hetta mundi hava verið Peder
Arrhe-boe sjálvur, ið hann hevði talað við.

Um Beintu er enn at siga, at, meðan hon búði í
Sanda-vági, gekk hon ofta bigda midlun við einun posa til at biðja
sær upp í. Eina ferð kom hon til Lamba í Eysturoy og
bað Lambamatmóðurina geva sær upp í eina tægu av kodni.
Lambamatmóðirin helt, at tað var ikki firi hana at biðja kodn,
men læt hana tó fáa. — Síðstu orð Beintu, tá ið hon lá á
sóttarsong, vóru: »Svartakodn og kvítakodn.*

Harri Peder livdi Beintu av í nøkur ár. Einsamadlur
var hann tá í húsi á gamals aldri eina tíð, og tá ið hann
varð spurdur, kvussu hann hjálptist einsamadlur, svaraði
hann: »Troldene bære mig vandet; selv má jeg »knue«, og
selv má jeg bære min aske.« Eitt klænt hol var í
veggja-brostinun, sum hann slepti trødlunun út ígjøgnun, tá ið hann
vildi hava tey avstað; »hu!« læt í teimun, tá ið tey fóru
ígjøgnun holið — so trongt var tað. Inn komu tey altíð til

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0267.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free