- Project Runeberg -  Lesibók /
252

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

hansara ígjøgnun didnar. Sjálvur gekk hann við đidluni og
bað neytakonurnar mjólka kúgv sínari. »Hvo vil have mig
den farlige dille ?« spurdi hann.

Tá ið harri Peder lá á sóttarsong, vóru tey fleiri, ið
vildu sleppa at vaka uppivir honun, men hann vildi ikki
lova teimun. »De mænd i hvide klæder váge over mig,«
segði hann — morgunin ettir lá hann deyður.

Ævintýr.

Risabrúdleypið.

Eina ferð var tað ein bóndi (tilskilað er, at tað skuldi
vera í Noreg); hann átti ein son, sum æt Tóri, og so átti
hann trí hundrað seyðir gangandi í dalinun. Ein dagin sendi
hin gamli son sín út til at higgja ettir seyðinun. Tá ið Tóri
kom í dalin, legðist mjørkin so tjúkkur, at hann viltist. Tá
ið mjørkin tók at fleyra í, hitti hann eina frálíka vakra gentu;
hann kisti hana; hon var so søt, at »av vørrun vætti vín«,
og hann fekk sterkt indi til hennara. So tjúknaði mjørkin
attur; hann køvdi rættuliga av, og so misti Tóri gentuna
burtur. Tá ið tinti í attur, sá hann ein stóran risa koma
gangandi ímóti sær (sagt er, at risarnir skuldu kunna gera
mjørka og taka hann burtur attur eisini). Risin spurdi hann,
um hann onga gentu hevði hitt her i dalinun. Jú, tað hevði
hann. »Fjør mítt! tað var dóttir mín.« »Nei, tað ber ikki
til,« segði drongurin, »hon var vakrari enn so; ein slíkur
skeggjatussi sum tú kann ikki vera pápi at henni; mætari
maður má tað vera.« »Fjør mítt! vilt tú ikki hava hana til
konu?« spurdi risin. »Jú, tað vil eg fegin,« segði drongurin.
Ja, so vildi hann fara attur í hedli sítt at gera til brúdleyps,

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0268.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free