- Project Runeberg -  Lesibók /
255

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

tá fúka neistar úr gronun teirra. Tá ið nakað er umliðið,
sigir Gestur. at nú er best, tey fara upp; ikki er ráðuligt at
liggja longur. Tey lata seg í sum skjótast og fara avstað
til gongu, brúðurin við. Gestur filgir teimun væl á leið, men
sigir so, at hann noyðist at venda attur, tí hann hevur eitt
ørindi ettir í hedlinun. Tá ið hann kemur inn attur til risarnar,
liggja adlir enn í fasta svøvni; rotini eru ófør á teimun:
tað dinur í hedlinun, og neistar fúka úr gronun teirra.
Gest-ur tekur eitt svørð niður av bróstinun og fer at mirða teir,
ein firi og annan ettir. Summir doyggja við tað sama; men
aðrir, sum ikki doyggja so knappliga, skera í gadlróp; teir,
ið ettir eru, vakna, og nú er ein grøtiligur larmur í hedlinun.
Nodnagestur flír í bræði. Kolbein, sum ettir livir, rópar á
hinar og biður teir søkja fast ettir teimun, ið flídd eru; hann
geylar á imsar, men eingin svarar attur uttan Glimrageiri —
alt hitt er deytt. Níggju risar eru dripnir, og bert tríggir
liva ettir umframt kedlingina: Kolbein sjálvur, Glimrageiri og
Gapur. Kolbein rópar á Skinnherjuna: »Fjør mítt! gamla

Skrukka mín! far upp og lat teg í bjadnarhúðina; halt so
til fjals upp í hamrarnar og rapa grót oman á teir; vær
skulun fara í neðra ettir teimun.« Nodnagestur hevur skjótt
fingið brúðfólkini attur; hann biður tey skunda sær tað
dír-asta, tey orka: tí nú koma risarnir. Tað er alt í senn, so
hoyra tey dunið attanfiri seg; tey líta attur um seg —
øði-ligt er at síggja risarnar: tað spruttar upp úr jørðini, og
spruttið stendur heilt upp um høvdini á teimun, sum teir
renna. Nodnagestur biður nú síni fólk manna seg sundur at
halda ímóti; hann skipar firi, at brúðgómurin skal fara ímóti
Kolbeini, pápi brúðgómsins ímóti Gapuri; sjálvur vil hann
fara ímóti Glimrageira. Tað er alt í senn, at risarnir koma
og teir bresta saman í bardagar. Kjá verfaðirinun og
hans-ara risa stendur nakað á jøvnun føti — óført er risamegið,
men bulvirkisligt og klumbrut er slagið, so hin fær við
fim-leika og brøgdun sínun risan undir seg og lívið av honun.
Idla stendur til kjá brúðgóminun; hann fer at lúgvast.
Nodnagestur fær í endanun Glimrageira undir seg og krivur
hann. Tá ið Gestur reisist og higgur um seg, er brúðgóm-

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0271.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free