- Project Runeberg -  Lesibók /
256

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

urin đottin, og Kolbein skal drepa hann. Gestur loypur
honun til hjálpar og drepur risan. Nú fer grót at skrambla
í fjødlunun uppi í erva; tað er hin gamla Skrukkan, sum
stendur á einun høgun hamri og roytir grót oman ivir teir.
Gestur beitir hund sín Hálvahala niðan í fjadlið ímóti henni.
Ein stíggjur er at sleppa ettir kjá honun upp á hamarin.
Hon rapar grót oman í heilun, men Hálvihali leggur ikki
lag í; hann skákar og smígur ímidlun, sneiðir og snirrar
undan grótinun imsar vegir. Alt nærkast hann kedlingini;
hon sær, tað batar ikki at blaka grót, og ger seg tii at
taka hundin í stíginun. Nú er Hálvihali uppi ígjøgnun, og
bæði møtast. Hon rættir klødnar fram at taka hundin; men
hann loypur beint á hana, trívur í fótamørin við kjaftinun
og skræðir búkin burtur úr henni. Tá ið Gestur kemur
niðan, liggur hon deyð og gapar; adlur innvølurin er lopin
út úr. So fara tey ødl attur í risahedlið og taka so mikið
av dírgripun, sum tey orka at dragsa, bæði gudl og silvur,
og bera heim til bóndan. Bóndin takkar Nodnagesti og
gevur honun góða løn firi alt tað, ið hann hevur avrikað.
Brúður og brúðgómur giftast nú á rættan hátt, og brúdleyp
verður hildið upp attur kjá bóndanun. Síðan er einki at
siga frá teimun.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0272.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free