- Project Runeberg -  Lesibók /
259

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

blóðugur upp til kníggja;
illa tókti honum tá,
at hann skuldi undan

Dýggja.

26.

Einar ríður á Trándheim

suður

við eitt brotið spjót;
ólavur kongur í Noregi
hann gekk honum írnót.

27.

Kongurin so til orða tekur,
tá ið hann mannin kendi:
»Einar, hvar er liðið tað,
ið eg á skógvin sendi?«

28.

Tá svaraði Einar ungi,
blóð á axlir fleyt:

»Her tú síggja skalt tað

svörð

sum eg við risan breyt.«

29.

Kongur so til orða tekur
alt foruttan ekka:

»Gakk tú inn í höllina
tann brúna mjöð at drekka!«

30.

Einar situr yvir breiðum

borði,

hann heldur á brýndum

knívi:

»Nú er eingin í Trándheimi,
ið risan tekur av lívi.«

31.

Einar so til orða tekur
nú hitt annað orðið:

»Eg vildi, at Kjartan

Ólavsson
hann var í Trándheim

norður.«

32.

Svaraði ein so garnal maður,
hann studdist fram á fold:
»Deyður er Kjartan Ólavs-

son,

hann liggur í heiðin mold.c

33.

Svaraði annargamli maður:
»Har var eg í fjör;
deyður er Kjartan Ólavsson,
hann liggur í dökkari jörð.«

34.

Marita yvir borðið stóð
við sínar moyggjar tólv;
tá ið hon hoyrdi Kjartans
deyða,

hon svímar á hallargólv.

35.

’ Réistu hana fyri borðið upp,
hugsa, hon var deyð;
lindin dró fyri hjartað inn,
blóð av nösum fleyt.

36.

Reistu hana fyri borðið upp
kongsins mangir menn;
lindin dró fyri hjartað inn,
so blóð av nösum rann.

37.

Tað er frúgvin Marita,
hon mælir orðum fjól:
»Skamm fái Guðrun Hósis
dóttir,

sum brand úr slíðrum stjól.

38.

Eg tók upp úr máldrykki,
Kjartani möttul gav;
avsilvuri vóru đýrirsteinar,
gripur av gulli var.

17*

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0275.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free