- Project Runeberg -  Lesibók /
260

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

39.

Eg tók upp úr máldrykki
silvursteinar at binda;
hann fekk ikki víggjasár,
ið bar mín brand við linda.«

40.

Tá svaraði tann gamli

inaður, i
hann glógvar í gullinum

reyð’:

»Enn eru kappar í íslandi,
um Kjartan hann er

deyður.«

41.

Innan Lundafjarða
har býr ein frúa von;
hon ber undir linaa,
hon føðir ein ungan son.

42.

Frúgvin unga sonin ár,
tung man sorgin falla;
síðan læt hon presti bera,
ílint bað hon kalla.

43.

Barnið varð borið frá

prestinum
aftur til móður sína:
meira letur hon røkta tað
enn alt sítt gull í skríni.

44.

Hann vóx upp hjá síni

móður,

so væl hann tað formátti;
svörji tann eið á mínitrú:
alt innan móður gáttir.

45.

Hann vóx upp hjá síni

móður,

leikar títt í talvi;
svórji tann eið á míni trú:
stórur og sterkur av alvi.

46.

Kongurin situr yvir
breið-um borði,
hann kvaðst ikki longur

tiga;

talar hann til Einar unga:
»Tú heinta mærílinthigar!«

47.

Kongur so til orða tekur
nú hitt annað orð,
talar hann til Einar unga:
»Tú heinta mær ílint

norður!«

48.

Svaraði tá Einar ungi,
fyri breiðum borði stóð:
»Tað vil vera ein góður
knörrur,
ið sigla skal íslands sjó.«

49.

Svaraði tá Einar ungi,
so gongur sögnin av:

»Tað má vera ein góður
knörrur,

sum sigla skal íslands hav.«

I

50.

Svaraði hann Ólavur

kongur:

»Tað kann eg væl gera —
eg skal læna tær Ormin

langa,

ið besta skip man vera.

51.

Svaraði Kristin, kongsins

dóttir,

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0276.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free