- Project Runeberg -  Lesibók /
267

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

so fór hann í stovuna inn,
at grúgvuni læt hann stá.

8.

Jóhannis krevur sín

morgunmat,
lágur er hann í beinum,
drittir hann sínuin veli
sum steinstólpa á steinum.

9.

Kristin liggur í síni song,
hoyrir, Jóhannis gongur:
»Ger nú ikki eldslökking,
tú hin grái drongur!«

10.

Tað er Jóhannis Niklasson,
tekur til orða svá:

»Eg rívi brand úr orni út,
standist hvat av ið má!«

11.

Morgunmatin í høgru
og brandin í vinstru hond,
so gongur Jóhannis Niklas-

son

niður til sjóarstrond.

12.

Men tá ið hann kom í urðina

oman,

fekk liann veiðifall,
føturnir í vegrið upp
og nakkin í helluna small.

13.

So leikar teirra bátur á lunni
snm leysur knívur í skafti,
so varð Jóhannis í urðini
kvikur
líkasum kúgv í hafti.

14.

Draga teir bát eftir urðini

oman

eftir fornum vana,
so varð Jóhannis í urðini
kvikur

rætt sum dreivaður hani.

15.

»Hevði eg nú haft ein

taraleyp

at slett upp á mín nakka,
hentari arbeiði var mær tað,
enn út. á sjógvin at flakka.«

16.

Tí sigir Jóhannis Niklasson
av so lítlum huga:

»Betur var í urðini
undir taraleypi at tuga!«

17.

So kasta teir hann í eys-

rúmið

í bátin í stýriborð,
so róði Jóhannis Niklasson
og talaði ikki eitt orð.

18.

Rógva teir við bakkan

suður,

besta mið man vera,
allir settust Hellumenn
flundruagn at skera.

19.

Allir teir á bátinum vóru,
egndu fyri kalva,
utan Jóhannis Niklasson,
hann egndi fyri segsjálvan.

20.

Tað er Jóhannis Niklasson,
tekur lil orða svá:

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0283.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free