- Project Runeberg -  Lesibók /
268

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

»Eg vil hava ein stóran

krók,

sum eg kann líta á.

21.

Eg vil hava ein sterkan krók
fyri utan nakað tjak,
eg havi droymt ein dreym í

nátt,

betýðir eitt ódnartak.«

22.

Binđur nú stein ogongulá,
alt upp í ein vasa,
kastar síðan út fyri borð
og niður á botn at rasa.

23.

Flundran kemur eftir botn-

inum

við sín maga svanga,
hon sær hesar fiskikrókar
sær fyri eygum hanga.

24.

»Hetta munu vera so raskir

menn,

sum hesar krókar draga,
komi eg til at taka teir,
teir verða mær at skaða!

25.

Hetta munu vera soraskir

menn,

sum hesum krókum halda,
komi eg tii at taka teir,
so komi eg mær í vanda.

26.

Men tá ið hon kom at Bróka-

króki,

fullvæl hon hann kendi:
»Hetta man vera eitt ómenni
sum heldur um henda enda.

27.

Eg skal taka lienda krók,
standist hvat av ið má,
eg tori fáa gloypubita,
Brókina omaná!«

28.

Fyrsta takið, flunđran tók,
fast hon á hann seig,
hendurnar út í sjógvin fóru,
búkur á stokki reið.

29.

Annað takið, flundran tók,
fast hon á hann strongdi,
kvartali av vörrini
niður á bringu hongdi.

30.

Jóhannis liggur á stokkinum
og rópar av tungari neyð:
»Hjálp nú, Jógvan Tummas-

son,

hetta verður mín deyð!<

31.

Jóhannis liggur á stokk-

inum,

so man lians muðurmæla:
»Hjálp mær, Jógvan
Tum-masson,
eg skal tær væl betala!

32.

Færtú ikki silvurpening
ella tess virði fult,
tak mína jórð í Mikinesi,
er betri enn reyðargull!

33.

Tú tak mína jórð í Mikinesi
innan og utan fyri garðar,
har hanga eingir lepar við
utan Nilsieitttúmark betala.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0284.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free