- Project Runeberg -  Lesibók /
270

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

tær eru ikki mjúkar at

strúka,

hvör, sum kemur í holt við

tær,

hann títt má lívið lúka.

48.

»Saktans hövum vit leingi

her

úti á sjónum hingið,
förum nú aftur til landanna
við tí, vær hövum fingið!«

49.

Kvöðið havi eg kvæði mítt,
aftur man eg venda,
hetta kalla vit Brókakvæði,
nú er táttur á enda.

Jákup á Møn

(yrkt hevir Páll Nólsoy c. 1800).

1.

Gevið ljóð og havið gottstev
kvæðið mítt væl skal Ijóða,
gevist ei brátt, men haldi so

við,

so klókliga millum tváa!

Viðgangur:

Væl má mín gangari sín saðil

bera

og sjálvan meg til hóvar.

2.

Álvarjógvan og Danimeya
hjún vóru tey so vön,
áttu son á tjúgunda ári,1
skírdu hann Jákup á Mön.

3.

Meya átti henda son
Tollaksmessu-dag,

meiri læt hon røkta hann,
enn alt sítt gull og fæ.

4.

Hann aldist tá upp hjá síni
móður,
sum einhvör kann vita,
tærdi mangan greytaspónin,
mangan feitan bita.

5.

Tá ið hann var á tólvta ári,
var hann ein sleppingur

góður,

lærdi at ramsa upp ABC
og sýndist at brega til móður.

6.

Genturnar á Vesturlandi,
bæði lítlar og stórar,
tóktu so mikiðumtann son,
sum mamma hevði fóðrað.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0286.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free