- Project Runeberg -  Lesibók /
272

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

»Er hon so væn og tekkilig,
sum tey siga frá,
hagar streingi eg heiti mítt,
tað stendst hvat av, ið má!

21.

Sjálvur skal eg tá kvöðu
uppbera

vænu Gyðju til,

biðja dóttur Haralds bónda,

tað stendst hvat av, iðvil!«

22.

Tað var um ein halgudag,
kettan í eystan klórar,
Jákup fór at biðja sær bát
og átt mann til róðrar.

23.

Toggarnsbuxur fór hann í,
tøvđar upp í tógva,
hvítar hosur av koltursgarni
spennur og danskaskógvar.

24.

Hosubondini fingurbreið
binđur hann undir knæ:
»Statt upp óiavur, santi

kongur,

gev mær ein góðan dag!«

25.

Nýggja stúku fór hann í
við snjóhvítan klút:

»Sig mær, sæla móðir mín,
hvussu síggi eg út?«

26.

»Vundnar leggir og hyldlig

lör,

lendar hevir tú breiðar,

kallsmanns merki áhvörjum

lið,

so gott tykir móður at eiga.«

27.

Bláa troyggju fór hann í
muffur fram yvir fingrar:
»Eg má fáa í lumma mín
nakað, sum dúguliga

ringlar!«

28.

Síða sjóstúku fór hann í
við trýkantaðan hatt,
móður tykir ogn í unga

sínum,
kallar hann søta skatt.

29.

Brennuvínsflösku í barmin

tók,

fríggjarastav í hendi,
so fór reysti Jákup á Mön
niður til sjóvarstrand.

30.

»Farið nú væl í harrans frið
bæði faðir og móðir!«
biður tey biðja gott fyri sær
og setti seg sjálvur til róður.

31.

Tá ið teir vóru á miðjari leið,
rann honum tað í sinni:
»Eftir liggja vöttir mínir
á bitanum harinni.

32.

Eftir er pungur og
pípu-stokkur
og mín slíðraknívur,
illa verður mær úr í dag,
eg fari at biðja mær vív.«

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0288.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free