- Project Runeberg -  Lesibók /
277

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

inntil deyðans bróðir kom,
so slapp hann úr teirri neyð.

85.

Jákup svav, til sólin rann,
fjálgur mundi hann liggja,
tá reiv hann sundur eyga

sítt,

utan um seg at síggja.

86.

Haraldur gekk til hansara

song:

»Góðan morgun, maður!
fyri tú var frelstur ígjár,
máttú vera glaður.*

87.

»Eg ætli mær til Haralds

garð

henda sarna dag,

var eg í nakrari neyð ígjár,

sig mær einki tað!«

88.

»Eg eri Haraldar, stovan

er mín,

ið tú inni ert,

kemur tú mær til handa í

dag,

tað skal falla mær kært.«

89.

Haraldur fór eftir flöskuni,
skeinkir honum glösini trý,
flýggjar honum pungin:
»Lat tær nú uppí!

90.

Statt nú upp og lat teg í,
áðrenn nakar sær!«

Gortra fór eftir buxunum
og kastar honum á lær.

91.

Tá svaraði Haralđur
alt forutan vanda:

»Sig mær satt aveiti tínum,
hvaðan ertú av landi?«

92.

»Eg eri aldur á Sandoy upp,
onkasonur móður,
einans eri eg arvingin,
hvörkin er systir ei bróðir.

93.

Jákup á Mön, so siga teir

mær,

prestar teir meg doyptu,
Álvarjógvan og Danimej’a
meg í formi stoyptu.*

94.

Til tað svaraði Haraldur,
væl kann tungu skilja:
»Hvat eru tygara örindi?
hvat rnunuð tær higar

vilja ?

95.

»Eg siti her við mínum

pípustokki,
mínum slíðraknívi,
til tess eri eg higar komin
at fara at biðja mær vív.

96.

Sannheit eg ikki dylja vil,
men líka siga frá:
tað er Gyðja Haraldsdóttir,
mær stendur hugur á.«

97.

Til tað svaraði Haraldur,
sló tað upp í háð:

»Mangt man mín sæla dóttir
slíkt hava ráð!«

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0293.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free