- Project Runeberg -  Lesibók /
283

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

42.

Lögdu teir seg í vegin fram
bæði við svörðum og spjóti,
Normenn sóu á Orminum,
teir ivast at halda ímóti.

43.

Ólavur talar til sínar menn:
»Dýrt skulu teir meg keypa,
ongan tíð tá ræddist eg stríð,
í dag skal eg ikki leypa.«

44.

»Leggið nú skip í stríðið

fram,

segl á bunka strúka,
tað skal síggjast, at Noregs

menn

teir kunna væl svörðini

brúka.«

45.

Úlvur reyði í stavni stendur,
gott var í honum evni:
»Leggið ei Ormin longri

fram,

sunt hann hevir longri

stevni.«

46.

Kongurin stendur í lyfting
aftur,

í skarlak var hann klæddur:
»Nú síggi eg, mín
stavna-maður

er bæði reyður og ræddur.*

47.

»Kongur, tú sást meg aldri
so ræddan,
eg tordi væl á at herja,
goym tú lyfting so væl í

dag,

sum eg skal stavnin verja.«

48.

Vreiður var tá kongurin,
Úlvur til orða tekur:
»Blíðka teg aftur, harri mín,
tí vreiði upp angur vekur!«

49.

Ólavur stendur á bunkanum,
talar til sínar menn:
»Hvör eigir hesi nógvuskip?
Eg kenni tey ikki enn.«

50.

Svaraði Torkil, kongsins

bróðir,
mælir av tungum inna:
»Danmarks kongur og

Svöríkis kongur
vilja tín deyða vinna.«

51.

»Ræddir eru danskir ínenn
mót Normonnum at ganga,
betur var teimum heima at

sitið

tann fuglaflokk at fanga.

52.

Betur kunna svenskir menn
teir offurbollar strúka
enn at nærkast okkurn so,
at blóðugt svörð skal rúka.«

53.

Ólavur gekk í lyfting upp,
ræður hann uppathyggja:
»Hvör eigir hesi stóru skip,
við Ormsins bakborð

liggja?«

54.

Svaraði Herningur,
kongs-ins svágur,

( letur so orðini falla:

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0299.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free