- Project Runeberg -  Lesibók /
285

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Eirikur talar fil Finn hin

lítla:

»Eg skal spyrja teg nakað:
hvör er hann, viðskörpum
skotum
ætlaði ineg at raka?«

67.

Til tað svaraði Finnur hin

lítli:

— blóðugar vóru hendur —
»Tað er hasin stóri maður,
í krapparúmi stenđur.«

68.

Jallurin mælir á öðrum

sinni:

»Tað vil eg tær ráða,
skjót tú handa stóra mann,
nú stendur mítt lívíváða.*

69.

»Manninum kann eg einki

gera,

tí hann er ikki feigur,
bogastreingin stilli eg á,
tí maðurin eydnu eigir.«

70.

Einar spenti triðja sinni,
ætlaði jall at raka.
tá brast strongur av stáli
stinna,

í boganum tók at braka.

71.

Allir hoyrdu streingin

springa,
kongurin seg forundrar:
»Hvat er tað í mínum

skipi,

so ógviliga dundrar?«

72.

Svaraði Einar Tambar-

skelvir:
— kastar boga sín: —

»Ná brastNoregi úr tínum
hondum,
kongurin, harri mín!«

73.

»1 harrans liond mítt ríki
stendur
og ikki í Tambarboga,
tak tær ein av mínum

bogum,
vita, hvat teir duga!

74.

»Veikir eru kongsins

bogar!«
Einar ræður at svara,

»eg skal taka upp skjöld
og svörð,
högg skal eg ikki spara.«

75.

Enn stóð fólk á báðum

stavnum,
man eg rætt um minnast,
syrgiligt var á miðjum skipi,
tí har tók fólk at tynnast.

76.

Eirikur sprakk áOrminupp,
væl bar brand í hendi,
Herningur leyp úr Jyfting

niður,

aftur ímót honutn vendi.

77.

Bardust teir á miðjum skipi,
vil eg frá tí greiða,
övugur mátti jallurin leypa
aftur á Jarnbard breiða.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0301.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free