- Project Runeberg -  Lesibók /
287

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Púkaljómur.

(yrkt av Jens Christian Djurhuus c. 1840 eftir John Miltons
»Paradise lost«; nógv örindir eru lögd burtur úr.)

Belsabub upp hann hyggur,
suni hann í pöli liggur,
hann næstur var í kraft:

»Tú einglahövding gævi,
tað stríð var okkum strævið,
nú hava vit himmal tapt;
gløðandi ríki hava vit aftur fingið,
helvit kont og himmiríki er gingið,
kalla tín her til ráð og einglatingið,
liggið ei her, men upp á landið svingið.*

Teir reisíust upp úr pöli,
og Sátan skar tað brölið,
so helvits hola skalv:

»Mínir stríðsmenn djarvir,

her er ei hinila arvur,

vit búgva við avgrunds galv.«

Svávulbylgja tók tá til at bróta,

dundrar hart sum goturstykkir skjóta,

upp fleyg ótaligt tal tá’til at njóta

sítt helviti og seg á landið fóta.

Nú stóð tann herur sterki
á helvits landamerki,
og Sátan kongur er;
fram bannarið varð tikið,
av gyltu stong útrikið,
í flammur luftin sker.

Nú hann Sátan sær tann herin standa,
í longum rekkjum alt forutan vanda,
vildi troysta, tá var samanblandað
tala rædd, tí stóra mót var strandað.

So stórur eingin herur
í hesi veröld verður

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0303.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free