- Project Runeberg -  Lesibók /
288

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

surn henda djevla mongd,
av ónđskap’ var betikin,
frá sáligheit útrikin
og nú í avgrund slongd.

Byggja teir upp tað helvits slottið reysta,
við stál og jarn teir tað tilsaman festa,
gjört við djevla hondum, verkið treysta,
har at halda helvits ráð tað versta.

O ve! tann jörð bedrigin,
tí nú er Sátan stigin
á jarðaríkis grund;
hann stóra vreiði hevur
og manna morð hann krevur
av sínnm óndskaps fund.
í örna líki sat í Harrans haga,
menniskjuni verða vil at skaða,
tey í syndafall við sær at draga,
himmiríki vil hann öllum baga.

Nú var Guds boð forbrotið,
nú hevði Eva notið
tann fyrsta syndabit;
ei dvöldist Sátan longur,
nú Ádóm higar gongur,
enn hevði heilagt vit.

Eva nú mót Ádómi sær vendi,
deyðans epli eitt hon bar í hendi,
kinnar reyðar, synd á andlit brendi:
»kunnskaps epli ikki fyrr eg kendi*.

Nú Ádóm var sum vigin,
hann stóð sum torusligin,
hann tók tá so til orð:

»0 Guð, o mín manninda!

hvör kom tær so at synda,

hvör voldi hetta morð;

ei á jörð eg eftir teg vil vera,

beiski deyði bæði skal fortera,

somu synd sum tú skal eg nú gera,«

tungt av sorg hans lijarta var besverað.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0304.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free