- Project Runeberg -  Lesibók /
289

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Venceslaus Ulricus Hammershaimb.

Kvöldseta.

Dagsarbeiðið úti var liðugt: húskallarnir hövdu

verið burtur at skera upp haga og røkta seyð; bóndin
hevði sjálvur drigið hoyggj av desini og givið kúnum
og umframt stungið ein leyp at fáa teimum ein sopp
av um kvöldið, tá ið tær skuldu mjólkast;
arbeiðskon-urnar hövdu ambætað neytunum: brynt og sópað í
fjós-inum. Alt fólkið var komið saman í roykstovuna,
eld-urin geisaði í grúgvuni, kveikt var kertuljósið í
glas-stovuni fyri gestinum, ið komin var, og tendrað í
kol-urnar í roykstovuni, tí at tað var liðið út á veturin,
dagurin styttur og kvöldið langt, og kvöldsetan skuldi
nýtast at tøta í til jóla, sum vant er á landsbygd at
skunda sær við ullina, áðrenn útróður í torranum og
várfiski kemur á. — Leyparnir við ull stóðu tí á
gólv-inum, hjólrokkarnir við streingi, strá, tortli, rennili og
snældu vóru bornir fram og nokkar settir inn, hvar
bróst var fyri innan veggirnar ella fyri framman
koyggj-urnar, og bóndin skipaði nú fyri, hvat ið hvór skuldi
gera: dreingirnir og teir yngru húskallarnir vóru settir
at karða, hinir eldru at spinna. Genturnar settust á
pallar, stabbar og skrín í ring urn grúgvuna, sumar
einsæri, og tær bundu hosur og ermar; aðrar, tvær og
tvær saman, bundu bular; ein gomul kona sat í bríkini
næst eldinum við smádreingi í fanginum; hon hevði
lovað at siga honum frá sögum um kvóldið, at hann
skuldi ikki sovna og soleiðis nátturðarleysur vera borin
í song. Vevurin stóð kvirrur uttar í glasstovuni;
vad-malið, sum stóð í honum og skuldí verða tii jólaklæðir,
leið so væl, at vevkonan bant við hinum um kvóldið.
Spunanrenninir fóru nú úr kotunum, at teir kundu

19

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0307.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free