- Project Runeberg -  Lesibók /
290

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

verða liðuligari í berum stúkuermum at snara hjólið
runt á rokkinum, og soleiðis fimari at kappast, hvör ið
flestar merkur av tógvi kundi spinna, til nátturðartíð
kom, og arbeiðið varð uppat givið. —

Og nú hurra rokkarnir, gnadda karðarnir, ringla
stokkarnir, og arbeiðið er komið á gongd hjá öllum.
Men orðtakið sigir: »tungur er tigandi róður*, so er

alt strev og arbeiði tungt, tá ið einki annað er haft
fram íhjá til gamans at stytta um ta strevnu tíðina.
Tí er ikki tögn í roykstovuni um vetrarkvöldini: nú
verður kvöðið av bóndanum ella einum hvörjum
hús-kalli, suni hevir gott mál og væl dugir at skipa tey
longu kvæðini um Sjúrð Sigmundarson, Sigmund
Brestis-son, Götu-Trónd og aðrar fornar kappar, tá geva öll í
stovuni ljóð og lýða á, meðan ið örindið verður kvöðið.
men taka við, tá ið kemur til niðurlagið í kvæðinum.
Sumir ieggja sær í minni, hvat kvöðið verður, at læra
kvæðið, so at teir kunna kvöða tað sjálvir, tá ið
dans-urin aftur um jólini kallar ung og gomui í bygdunum
saman, og dansustovurnar hvört sunnudags- og
heilug-dagskvöld imillum jóla og föstu verða nýttar til at sláa
ein ring av eini glaðari mannamúgvu, sum hevir sín
besta stuttleika í hesi tíðini av kvæðunum, sum upplíva
tann gamla dansin.

Kvæðið var komið at enda, allir tagnaðu, bæði
hann, sum skipaði kvæðið, og teir og tær, sum tóku
undir niðurlagið við hvört örindi. Tá tók hin gamla í
bríkini við og fór at siga frá söguin; har var nakað at
lurta eftir til stuttleika; men tá ið so risar, tröll,
spøkilsi og annað øðiligt kom fram fyri hugin undir
frásögnini, fell ræðsla á tey ungu, karðarnir fóru ikki
so kvikliga hvör um annan, stokkarnir stedgaðu at
ringla, og spurt var ofta í forvitni og ótolni: »hvussu
varð tá, góðan?« — So leið kvöldið skjótt;
nátturðar-eldurin varð kyndur, og tá ið kom út íinóti midnátt,
varð potturin tikin av eldinum, so varð oyst upp úr í
stamparnar og onnur íiát av leiri súpan, dralvi,
vst-ingur, greytur og tílíkt, ella lagt upp úr í trogini, tá
ið tað var kjöt ella fiskur, ið kókað var til nátturðar.
Arbeiðskonan, suin matgjðrdi, hevði lá knuðað og legði
tá gløðurnar út at baka drýlarnar ella kðkurnar.
Nátt-urðin varð nú sopin ella etin, aftanbon hildin,
mann-fólkið fór so út fyri dyr at hyggja eftir kyrruni í sjónum

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0308.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free